Koyrdi á garð við kenning

Tá løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár, stóð væl til, men tað er sjáldan, at einki er at seta fingurin á í ferðsluni.

 

Løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár, og í hesum umfari varð serliga hugt eftir, um bilførarar vóru edrúir og høvdu koyrikort.

 

- Men, her stóð væl til, og einki mál varð skrivað, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Í staðin fyri at finna nakran bilførara, sum einki koyrikort hevði - ella hevði gloymt koyrikortið eftir heima við hús ella kanska koyrdi ávirkaður, datt løgreglan á ein bilførara, sum koyrdi við píkadekkum. 

 

- Bilførarin, sum koyrdi við píkadekkum, fær ein bót, tí um summarið er ikki loyvt at koyra við píkadekkum, sigur løgreglan.

 

Í gjárkvøldið varð ein bilførari í Suðuroynni tikin fyri rúsdrekkakoyring, eftir at viðkomandi hevði koyrt á ein garð. 

 

- Her er blóðroynd tikin, og bilførari er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, visti løgreglan at siga í morgun.