Krevja frágreiðing frá bankunum

Dátueftirlitið hevur, eftir at Sosialurin í gjár varpaði ljós á enn eitt brot á trygdina í samband við umleggingina av KT-skipanunum, biðið bankarnar um eina frágreiðing. Umvegis fjølmiðlarnar er Dátueftirlitið vorðið varugt við ymiskar trygdartrupulleikar í sambandi við, at nýggja kt-skipanin hjá peningastovnunum er tikin í nýtslu.

Í gjár fekk Dátueftirlitið eisini at vita frá Sosialinum, at ein kundi hevði verið í einari sjálvtøku og tikið pening út, og á kvittani stóðu prentað bæði kontonummar og p-tal hjá viðkomandi. Henda fráboðan skurraði í oyrunum á Dátueftirlitinum.

Í sambandi við fráboðanina frá peningastovnunum, sum Dátueftirlitið fyrst í mai 2010 metti vera nøktandi, vátta peningastovnarnir, at trygdin lýkur treytirnar í persónsupplýsingarlóggávuni.

Men nú biður Dátueftirlitið, eftir at miðlarnir í vikunu hava víst á hópin av ivasomum trygdarviðurskiftum, peningastovnarnar um at koma við eini frágreiðing.

Biðið verður um frágreiðing um, hvørt nevndu hendingar eru eindømi ella talan er um generellar trupulleikar við nýggju skipanini, og hvørji stig peningastovnarnir hava tikið ella fara at taka fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Dátueftirlitið hevur biðið um svar í seinasta lagi 2. juni 2010.