Eins og ein junkie, sum ikki fær sítt fix hóttir við at gera dit og dat, um viðkomandi ikki fær sín rús, somuleiðis sleingir Kringvarpið um seg við hóttanum. Hesaferð er talan um beinleiðis blackmail hjá Kringvarpinum (segði nakar Smyril Line?). "Um vit ikki fáa eina størri peningaligt fix frá tær, so verður tú noydd/ur at veittra Dagur og Vika, 3-2 og gudstænastuna farvæl", ljóðar fráboðanin.
?giliga elegant, gjøgnuhugsað og vøkur orð frá einum stovni, sum frammanundan gevur flestu føroyingum magasár, albogastoyt, migrenu og neytaøði.
Tað, sum kann tykjast løgi, er, at krøvini koma frá Kringvarpinum, heldur enn fólkinum. Tí ein kann spyrja seg sjálvan, tá tað nú eri eg sjálv/ur, sum eri arbeiðsgevari hjá Kringvarpinum og gjaldi teirra løn, er tað tá ikki eg, heldur enn Kringvarpið, sum eigi at seta krøvini?
Teir tríggir trumfarnir
Fyrsti trumfurin er Dagur og Vika, sum rakar flest øll tey tilkomnu.
Annar trumfurin er 3-2, sum vendir sær til tey við áhuga fyri ítrotti.
Triðji og seinasti trumfurin er gudstænastan, sum rakar øll, ið eru trúgvandi.
"Um tit ikki gera eftir okkara boðum, so..." ultimatumið fevnir sostatt rættiliga víða, men tonk yvir tað, eru hesar sendingarnar veruliga neyðugar? Fer Føroya fólk at fella frá hvørjum øðrum og detta sundir, um tey ikki fáa sína D&V, 3-2 ella gudstænastu dosis? Neyvan!.
Tað er serliga hóttanin við gudstænastuni, sum eg irriterist inn á, tí tað er eitt rættiliga skitið trekk frá kringvarpinum. Tí sannleikin er tann, at Dagur og Vika og 3-2 við tíðini hava mist sítt virði. Dagur og Vika og 3-2 eru ikki eins t©dningarmikið, neyðugt og maktfult, sum tað einaferð var. Tey bæði megna ikki at standa mát við Rás 2, parabol/televarp og internetið, sum saman nøkta sama øki nógv betri og bíligari. So at brúka Dagur og Vika og 3-2 sum "terrorvápn", tá mann skal gíslataka Føroya fólk, er ikki serliga effektivt, men hinvegin er Jesus og er eitt fínt vápn, sum altíð riggar í Føroyum.
Tá talan er um átrúna í Føroyum, so veit mann, at fólk fáa gummibein, tí nú er talan knappliga um samvitskuna, himmal og helviti, heldur enn Kringvarpið.
Uhadada... tað man nokk vera best at gjalda kringvarpsgjaldið, heldur enn at liva í óvissuni, um at mann kanska noktaði Jesusi at finna vegin til eitthvørt mannahjarta. Vit vita hvussu ófatiliga lítið skal til fyri at yvirtala føroyskar politikarar, tá mann blandar átrúna uppí eitthvørt. Og hetta veit Kringvarpið óiva av, men hvussu nógv hald er í pástandinum, um at KVF má niðurleggja gudstænastuna, um tað ikki fær eitt nøktandi peningafix?
Fyri tað fyrsta, so hevur fólkið bíbliuna, útvarpið, bløðini, trúðboðan, Rás 2, Lindina, Iktus, kirkjuna og eitt ótal av ymiskum samkomum, har tey kunnu fáa sín Jesus tørv nøktaðan, so um ein ikki líðir av tvangstankum, so skuldi tað als ikki verið neyðugt við gudstænastu í SVF.
Nakað annað er so tað, at tá gudilig fólk megna at fáa bygningar sum Kelduna upp at standa, so skulu tey nokk klára at taka sær av eini gudstænastu einaferð um vikuna. So spyrji tykkum fyri har, áðrenn tit fara út í bløðini at kæra tykkara neyð... tað ber eisini til at samstarva við Iktus.
... nakað heilt annað er so tað, at gudstænasta ikki ein uppgáva hjá Kringvarpinum at taka sær av. Kringvarpið eigur ikki at virka sum trúboðari. Tað hevur mann prestar, trúboðarar og prædikantar til.
Hvussu kann Kringvarpið spara?
Eftir øllum at døma, so er Dagur og Vika eitt av problembørnunum hjá Kringvarpinum, so eg tonkti, at tað var uppá sítt pláss, at deila nøkur hugskot viðvíkjandi, hvussu tit kunnu minka um útreiðslurnar hjá m.a. D&V.
Tit kunnu brúka eitt kamera!. Harvið spara tit fólk, mframt at hyggjarin faktiskt fær eygnakontakt við vertin, heldur enn at verturin ferð eftir ferð leitar eftir rætta kameranum.
Tað eru 101 starvsfólk hjá Kringvarpinum!, umframt fleiri, sum arbeiða sum freelance. Hvat gera øll hesi fólkini? ?ll hesi fólkini kunnu ógjørligt vera lívsneyðug. Hetta hevur freelance manningin handan Mús (sum er tað besta, sum er hent í n©ggjari tíð) prógvað.
Gekkapengarnir! Tit settu met og skovlaðu pengar inn... hvar eru pengarnir endaðir?
Haldi konsertir/fyrilestrar o.s.fr. ? útvarpshøllini! Tað er stór synd, at hon ikki verður brúkt meir.
Set títt egna uppskot her: ___________________________________________________ og send tað til KVF.
Kringvarpið: ein kroniskur steinur í skógvinum
Eg liggi spyrjandi. Hvat er tað, sum ger SVF so d©rt at reka? Eru tað DR endursendingarnar? Filmarnir, sum øll longu hava sæð? Er tað deyvatulkurin í D&V? Dubbaðu ræddirnar, sum eru í teimum avoldaðu teknifilmunum? Hvat er tað? Eg fái so ikki tingini at hanga saman. Eg skilji ikki, hví tað skal vera so d©rt, tí prísurin fyri vøruna stendur als ikki mát við tað mann fær fyri pengarnar.. og tó, gomlu mentanartíðindini, ymisk lív og Mús eru alt góðar sendingar, men tað er bara aaaaaaalt ov langt millum gullkornini. Hvat við at droppa alt tað útlendska og bara satsa uppá føroyskt tilfar? Eini tríggir dagar um vikuna, har mann BARA sendi føroyskt tilfar í nakrar tímar. Tað hevði verið nakað av tí.
Eitt annað irritatiónsmoment er aldurin og tónleikurin. Hvat man miðalaldurin vera á manningini hjá ?F? Eg giti um 50 ár, tí konservativari útvarpi skal mann leita leingi eftir. Hvussu ber tað til, at t.d. tónleikurin í ?F er so ófatiliga tilvildarligur og afturútsigldur? Har eru nøkur gullkorn sum t.d. sendingin hjá Rúna Jákupson, har teir ummæla fløgur, rokkstovan og Vráin, men hetta er alt alt ov lítið.
Mín erfaring sigur mær, at orsøkin till hetta er, at tey somu fólkini hava starvast í ?F alt ov leingi, og teirra persónliga tónleika stagnatión smittar av uppá teirra val av tónleiki. Tað nyttar lítið at hava fingurin á pulsinum, um viðkomandi er deyður... mann kann ikki blíva við at liva uppá Elvis, tíðirnar broytast... ikki sannheit?
Tað minnir øgiliga nógv um "Horton Sagaen" ella "Days of Our Lives", tá mann kemur aftur til Føroyar, eftir at hava búð í úttanlanda. Alt stendur í stað og í bussinum heim frá flogvøllinum hoyrir mann forbannilsið: "Jag trodde englana fanns bara, bara i himmelen lalalala". Og tað kann vera líka mikið, um tað er eitt ? ár ella 5 ár síðani tú vart í Føroyum, tí tónleikurin er tann sami. Akkurát sum við Days of Our Lives... um tú ikki hevur sæð seriuna í 1 ár og síðani sært ein part aftur, so leggur tú til merkis, at onki er broytt og tú onki hevur mist. Hvussu ber tað til at tónleikurin er presis tann sami, sum eitt ljósár frammanundan. Er tað ongin tónleikapolitikkur?
Hetta svarar til at fólk gjalda fyri eina ferð til Belgia, tí tey vilja hyggja at formel 1, men tá tey koma til staðið, so eru formel 1 bilarnir skiftir út við kassabilar hjá teimum lokalu... ella at mann fer ein túr til Onglands at uppliva premier league, men piltarnir hjá HB fara á vøllin, heldur enn Premier League manningin hjá Liverpool og Arsenal. Hvussu kann mann vera so líkaglaður? Er tað manglandi sjálvsvirðing? Og nei, tað eri ikki bara eg, sum eri við at sálast av tónleikinum hjá ?F, hóast eg møguliga eri tann fyrsti, sum ger vart við tað. Og nei, talan er ikki um grenj, men um at seta nøkur rímilig krøv. Krøv til eina vøru, sum fólk gjalda fleiri 1000. kr. fyri um árið, hóast eg ikki fái brúkt hana til tað stóra. Sig mær ein persón, sum ár eftir ár tímir at gjalda fyri eina vøru, ið mann ikki vil hava?
Nulsen bulsen tú, lat heldur evolutiónina ganga sína leið... eisini í Kringvarpinum. Lat tey veiku falla frá, og lat n©tt og frískt blóð koma til. Lat kometina falla og útrudda dinosaurarnar, sum hava rátt alt ov leingi. Tíðin er farin frá dinosaurunum. Dømi um hesar n©ggju ungu kreftir eru t.d. Elin í Stórustovu og hennara sending Zip, Barbara Samuelsen og ymisk lív og serliga fólkið handa Mús, sum eru tey einastu, so leingi eg minnist, ið hava gjørt nakað fyri ungdómin.
Vælsignaða Kringvarp vakna nú úr zombie tilveruni og fái fingurin úr einum ávísum stað.