KRIS vil hjálpa føroyingum í Danmark

KRIS fer til Danmarkar at hjálpa føroyingum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í Føroyum.

- Fyrispurningar eru fleiri ferðir komnir til KRIS frá Føroyafeløgum í Danmark um at koma á vitjan við okkara "konsepti". Úrslitið er, at KRIS fer til Danmarkar í september.

 

Tað sigur forkvinnan í KRIS, Beinta M. Pedersen, í kvøld. 

 

Hon vísir á, at nógvir av okkara landsmonnum og -kvinnum búgva í Danmark.

 

- Nógv eru í Danmark í lestrarørindum, og onnur eru flutt av landinum orsakað av seinárinum av kynsligum ágangi og hava trupult við at flyta heimaftur á klettarnar.

 

Beinta M. Pedersen sigur, at KRIS soleiðis vil veita eina hjálpandi hond og fer at greiða føroyingum í Danmark frá, at tað ber til at liva við tí - og ikki í tí - sum er hent.

 

- Her er hjálp at heinta, og KRIS vil gera sítt til at fáa okkara fólk heimaftur á klettarnar, sigur Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS.