- Krisa krisa krisa.
Soleiðis skrivar felagið RIB62 á teirra facebook-síðu, eftir at nýggi viðheftisvognurin hjá felagnum kolaðist upp í einum eldsbruna fyrr í dag.
Talan var um ein nýumvældan vogn, har ymisk útgerð varð goymd.
- Vit mistu fitt av okkara útgerð, og tann 13. apríl var vognurin liðugt dekoreraður við flottum myndum.
Fólkini handan felagsskapin falla tó ikki heilt í fátt, men enda stuttu boðini á teirra síðu við orðunum:
- Ein dagur er aftur í morgin, "Life Goes On".