Nú hongur B68 í klønum tráði

Fyrsta treytin fyri at sleppa undan niðurflyting er, at toftamenn leygardagin vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti NSÍ

Virgar Jónsson átti avgerandi leiklut, tá ið hann varð skiftur inn og skoraði tvey mál

Nú er B68 í heilt tungum sjógvi. Í kvøld var ársins síðsti heimadystur og síðsti heimadysturin við Jákupi á Borg við róðrið. Hann var ímóti EB/Streymi, og gestirnir eru á veg norður aftur í Sundalagið við 4-1 sigri.

 

Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er á sjeynda plássi við 28 stigum, og hann ber eisini við sær, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn tríggjar tær seinastu ferðirnar hava vunnið fulla úrtøku. EB/Streymur hevur vunnið fulla úrtøku í seks av átta teimum seinastu ferðunum.

 

Hjá B68 stendur verri til. Tapið í kvøld ber við sær, at B68 er næstaftast við 18 stigum. Alt bendir undan síðsta umfari á, at tað vera tveir beinleiðis uppflytarar úr næstbestu deildini, og at tað tískil vera tveir beinleiðis niðurflytarar úr bestu deildini.

 

ÍF er flutt niður, og B68 er nú stórfavorittur at flyta niður saman við ÍF. B68 hevur 18 stig, og á áttanda plássi hevur Skála 20 stig. Málmunurin hjá B68 er -28, og hjá Skála er málmunurin – 27.

 

Leygardagin fer B68 í síðsta umfari at spæla á útivølli ímóti grannunum í NSÍ.

 

Leygardagin fer Skála í síðsta umfari at spæla á útivølli ímóti B36.

 

Tað er greitt, at tað verður B68 ella Skála, sum eftir øllum at døma fer at flyta niður. Um B68 skal sleppa undan niðurflyting, so er neyðugt hjá toftamonnum at vinna í Runavík, og so skal Skála samstundis ikki vinna stig í Gundadali ímóti B36.

 

Í dag vóru líkindini ov vánalig at spæla fótbólt á Svangaskarði. Tí varð dysturin útsettur til klokkan 18, og tá vóru fótbóltslíkindini góð.

 

Eitt lítið korter var farið, tá ið fyrrverandi B68 spælarin Boubacar Dabo legði EB/Streym á odda, og fýra minuttir undan steðginum økti miðvallarin Emil Weihe Joensen um leiðsluna til 2-0, tá ið hann royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum. Tórður Thomsen, sum annars hevur verið sannur brandur í B68 málinum, iðraði seg um, at bólturin fór undir hann og í málið.

 

Bara ein minutt seinni svaraði B68 aftur. Hanus Højgaard var málskjútti. Miðvallarin sneiddi seg leysan í høgru og eitt sindur úr høgru og úr 14 metrum smekkaði hann bóltin upp undir nettakið.

 

Seinna hálvleik gekk tað leingi javnt á. B68 spældi seg til møguleikar, men tað gekk soleiðis, sum tað hevur gjørt higartil í ár. Góðar støður og onkur góður málmøguleiki varð ikki umsettur til mál.

 

Fyrr í ár var Virgar Jónsson sera eyðsýndur á EB/Streyma liðnum. Í heyst hevur hann fleiri ferðir verið á beinkinum frá dystarbyrjan. Soleiðis var tað eisini í kvøld. Virgar varð skiftur inn, tá ið eitt lítið korter var eftir, og so átti hann avgerandi leiklut, tí tað var Virgar Jónsson, sum legði EB/Streym á odda 3-1 og eisini 4-1. Fyrr í ár hevur Virgar skorað tvey mál. Tað var á summarmála, at hann var tvífaldur málskjútti, tá ið EB/Streymur vann 5-0 á heimavølli ímóti ÍF.

 

Í síðsta umfari fær EB/Streymur vitjan av HB. Hetta verður síðsti heimadysturin hja EB/Streymi við Margáir – í hesum umfarinum. Í 2025 vera heimadystirnir í Hólmanum á Eiði.

 

 

 

B68 – EB/Streymur 1-4 (1-2)

 

0-1: Boubacar Dabo

 

0-2: Emil Weihe Joensen

 

1-2: Hanus Højgaard

 

1-3: Virgar Jónsson

 

1-4: Virgar Jónsson

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen – Karstin Clementsen, Bárður ò. Jensen,  Jóhan Josephsen –Brian Jakobsen,

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Mattias Blårud, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Jóhann Hansson Joensen – Jens Erik Bruhn, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo

 

Virgar Jónsson átti avgerandi leiklut, tá ið hann varð skiftur inn og skoraði tvey mál