Hann arbeiddi í mong ár við gravimaskinum í Klaksvík, og eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum.
Hóast hann ikki minnist aftur á tíðina, tá ið tey búðu har úti, so roknar Kristoffur seg at vera ættaðar úr Svínoy. Mamman var Anna Sofía, fødd Thomsen og ættað uttan av Bø í Svínoy. Pápin var Óla Jákup Jacobsen, nevndur Óla Jákup millum Garðarnar, og ættaður millum Garðarnar heimanfyri Norðoyri.
Anna Sofía og Óla Jákup giftust í 1914 og bygdu uppi á Heygum í Svínoy. Tey búðu í Svínoy, inntil stutt eftir at Kristoffur var føddur í 1927. Børnini hjá Annu Sofíu og Óla Jákupi vóru Jósef (1914), Marin Malena (1916), Anna Katrina (1918), Lisa (1921), Rasmus (1923), Diana (1925) og Kristoffur (1927). Eftir á lívi eru Marin Malena, sum býr í Sørvági, og Kristoffur.
Í 1949 fekk Kristoffur sær Dragaberg til eftirnavn. Tað boðar eisini frá, hvussu stóran alsk hann ber til heimbygdina.
Í 1951 giftist Kristoffur Helene fødd Weihe og ættað úr Porkeri. Tey búsettust á Bumshamri, og børnini hjá teimum eru Óla Jákup (1951), Elisabeth (1953), Annufía (1958) og Daisy (1964). Tey búgva øll í Klaksvík uttan Annufía, sum býr í Porkeri. Kristoffur eigur 14 abbabørn og trý langabbabørn. Tað var stórur smeitur fyri Kristoffur, tá ið hann fyri nøkrum árum síðani misti konuna.
Kristoffur fór fjúrtan ára gamalur til skips við Carlton. Seinni sigldi hann eitt nú við trolarum hjá Kjølbro sum fýrbøtari, og í fleiri ár róði hann út við Háenni, sum Símun Mikkelsen í Heimistovu í Klaksvík driftaði.
Tað var nógv byggivirksemi í Klaksvík eftir kríggið og fram í seksti árini, tá ið nógv fólk fluttu aðra staðni frá og til bygdina. Kristoffur koyrdi gravkúgv hjá kommununi, og seinni arbeiddi hann fyri seg sjálvan. Okkurt skiftið hevði hann einar fimtan menn í arbeiði. Eftir at hann gavst við vinnuvirkseminum, hevur Kristoffur fingist við fyrifallandi arbeiði.
Kristoffur varð valdur í sóknarstýrið í Klaksvíkar kommunu í 1962. Hann varð valdur, eftir at pápi hansara leingi hevði sitið í sóknarstýrinum. Kristoffur umboðaði Tjóðveldisflokkin, og hann sat í býráðnum fram til kommunuvalið í 1970.
Kristoffur, sum er trúgvur, familjukærur og sera fryntligur at koma á tal við, er framvegis væl fyri. Hann er partur av býarmyndini, og mest sum hvønn dag gongur hann langar túrar.
J