Tór Birni Dam er uppvaksin í Havn, men býr nú í Herning í Danmark. Hann fekk sínar fyrstu tatoveringar, tá ið hann var um 20 ár gamal. Men vegna eitran vóru tær báðar skornar burtur, og húð av lærinum løgd útyvir.
- Tað var navnið á ommu míni og ein krossur við einum tjaldri omanfyri, sigur Tór um fyrstu tatoveringina.
Nøkur ár gingu, og so fór Tór aftur í gongd við at tatovera seg. Hesuferð var tað dobermann hundurin, sum varð tatoveraður á armin. Hetta bleiv gjørt í Liljuni í Havn.
Tá Tór Birni Dam flutti til Danmarkar at lesa í 2007, fór hann til ein tatovør at pynta uppá hesa einu tatoveringina. Hann fekk tá hugskotið til tað reyða og svarta, sum nú prýður nærum allan yvirkroppin. Føroyska grindadrápið er íblástur til litirnar.
Á bringuni hevur hann skrivað sítt navn Tór B Dam, og beint niðanfyri hálsin er ein krossur. Á eina arminum hevur hann japanska teknið fyri boksing, einasta ítrótt, sum Tór er áhugaður í.
- Eg eri trúgvandi, og eg elski Føroyar, tí vildi eg hava krossin og Føroyar á armin, sigur hann.
Hann hevur eisini Føroyakortið tatoverað inn á leggin - í svørtum.
Tatoverast umaftur
Men enn er Tór Birni langt frá liðugur. Alt tað svarta og reyða skal tatoverast einaferð afturat, so at tað gerst javnari.
- Bróstvørturnar eru tatoveraðar einar seks ferðir, tær taka sera illani móti liti og mugu nokk tatoverast eina fýra ferðir aftrat, sigur hann.
Reyði liturin er giftigur og verður hann eisini nýttur at litað lego við. Tór Birni hevur tvær ferðir fingið blóðeitran og noyðist tí at vera sera varin við reyða litinum.
Hvørja ferð hann blívur tatoveraður, situr hann í umleið 3-4 tímar. Men hann hevur sitið upp í 12 tímar út í eitt og blivin tatoveraður.
Higartil hava tatoveringarnar kosta um 80.000 krónur.
- Sum ein góður brúktur bilur, sigur hann.
Á jólum verður Tór liðugur at lesa til sosial- og sunnheitshjálpara. Hevði tað ikki verið fyri starvinum, so hevði hann gott hugsa sær at tatovera andlitið.
- Eg vænti ikki, at eg hevði fingið nakað arbeiði, um eg gjørdi tað, sigur hann.
Fólk reagera uppá hansara armar, tá hann er í t-troyggjum, men annars dámar hann ikki at ganga og vísa seg fram.
- Hetta er nakað, eg havi gjørt fyri meg sjálvan. Eg hevði sjálvandi kunna brúkt peningin uppá brennivín og sigarettir. Men hetta hevur man við sær alla tíðina og fær við sær í grøvina.
Er tú so liðugur, tá yvirkroppurin er liðugt tatoveraður?
- Nei, eg vænti, at eg haldi á fram niður eftir.