KT-trygdarviðurskifti ikki í lagi

Alt ov nógvir almennir stovnar hava ikki síni KT-trygdarviðurskifti í lagi.

 Tað sigur Landsgrannskoðanin, sum hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um KT-trygdarstøðuna hjá stovnum landsins.
Landsgrannskoðanin heldur, at spurningur kann setast við, um allir landsins stovnar eru førir fyri at umsita sínar dátur, og um avvarandi aðalráðini tí kunnu hava álit á, at KT-tilfeingið hjá landinum er í tryggum hondum. 

 At KT landsins umsitur KT-økið merkir ikki, at stjórnarráð og stovnar kunnu siga ábyrgdina frá sær. Stovnarnir hava fulla ábyrgd av dátunum, tey arbeiða við. Tað tykist ikki sum at tann boðskapurin er grundfest vitan hjá stovnsleiðslunum, sigur Landsgrannskoðanin. 

Niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini er tann sama sum í 2014. Tað er, at støðan á KT- trygdarøkinum ikki er nøktandi.