Kundu havt nógv størri samvinnu við bretar og írar

Bretar og írar vilja fegnir hava størri samstarv við føroyingar og føroyski sendimaðurin í London ivast ikki í, at tað kann gagna øllum pørtum

Samvinna

 

Tað er alt ov lítið samband millum føroyingar og bretar og millum føroyingar og írar. Tað heldur føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen. Hann heldur, at sambandið kundi verið munandi størri á bæði tí politiska, handilsliga og tí mentanarliga økinum.

 

Í løtuni arbeiðir sendistovan serliga við at bøta um handilssambandið millum Føroyar og Bretland og millum Føroyar og Írland. Talan er um at økja handilin báðar vegir t.v.s. bæði innflutning og útflutning, og føroyski sendimaðurin í London er ikki í iva um, at føroyingar kunnu fáa væl burturúr størri samhandli við bretar og írar.

 

-Tann bretski marknaðurin er stórur, og vit halda ikki, at føroyingar leggja seg nógv eftir at keypa vørur hiðani. Størri innflutningur av bretskum vørum givið teimum føroysku brúkarunum eitt størri og meiri fjøltáttað úrval, sigur Áki Johansen við Rás2/Sosialin.

 

 

Mentan stóran áhuga

 

Ein partur av einum størri handilsligum sambandi millum Føroyar og Bretland og millum Føroyar og Írland kann koma á tí mentanarliga økinum. Eitt nú hevur sendistovan hjálpt føroyskum tónleiki at fáa fótafesti á bretska marknaðinum. Millum annað hevur sendistovan hjálpt Teiti Lassen við hansara fyrstu fløguútgávu á bretska marknaðinum, og eydnaðist átakið væl.

 

Bókmentir kunnu eisini fáa gagn av størri samhandli og samskifti við Bretland og Írland. Í hvussu er arbeiða tey á sendistovuni við einum átaki, har ætlanin er at fáa samband millum føroyskar, bretskar og írskar rithøvundar við tí fyri eyga at fáa bøkur týddar ímillum málini.

 

Írar vilja fegnir hava at vita, hvussu føroyingar hava megnað at varðveita tað føroyska málið, eins og teir hava áhuga í føroyskari mentan yvirhøvur. ìrskt er tað almenna málið í Írlandi, men tá írar koma saman, tosa teir vanliga enskt. Tað halda summir politikarar vera harmiligt, og nú vilja teir hava at vita, hvussu føroyingar hava varðveitt sítt mál.

 

Teir seinastu mánaðirnar hevur samband verið millum sendistovuna og írsku myndugleikarnar, og ætlanin er, at írski mentamálaráðharrin skal til Føroya í september.

 

 

Samferðsla og gransking

 

Umframt mál og mentan vilja írar eisini kunna seg um, hvussu føroyingar hava útbygt og skipað samferðslukervið. Áki Johansen sigur, at samanborið við fleiri lond eru vegirnir í Føroyum sera góðir, tunlarnir binda útjaðaran við miðstaðarøkið, og harafturat eru nógvar havnir kring landið, sum verða nógv brúktar.

 

-Herumframt er tað føroyska KT-sambandið gott, soleiðis at tey flestu hava ella kunnu hava breiðband, og soleiðis er tað als ikki í Írlandi, og hetta vilja írar eisini kunna seg um, sigur Áki Johansen.

 

Írar hava eisini áhuga í tættari sambandi millum írska gransking og føroyska gransking. Teir hugsa serliga um at fáa í lag samstarv millum Havstovuna og írskar granskarar, sum arbeiða við at granska ymisk viðurskifti í sjónum. Áki Johansen sigur, at uppgávurnar hjá teimum írsku granskarunum eru rættiliga líkar uppgávunum, sum Havstovan arbeiðir við, og tí vænta írar sær nógv burtur úr einum tílíkum samstarvi við føroyingar.

 

 

Samhandil sparing

 

Áki Johansen tók við starvinum sum sendimaður í London fyri skjótt einum ári síðani, og hann er ikki í iva um, at føroyingar kunnu fáa gagn av virkseminum hjá sendistovuni har eins og hinum sendistovunum. Spurdur, um teir føroysku politikararnir kunnu fara eftir sendistovunum, nú teir skulu spara á fíggjarlógini, svarar sendimaðurin, at tað eru fleiri hættir at spara.

 

-Tað ber til at spara við at skerja eina játtan, og tað ber til at spara við at effektivisera. Men tað ber eisini til at spara við at sameina kreftir heima við kreftir uttanlands og á tann hátt fáa meiri burturúr, sigur Áki Johansen. Og hann er ikki í iva um, at vit eiga at hava eina sendistovu í London.

 

-Um vit hugsa um at fjøltátta okkara innflutning og útflutning, sleppa vit ikki uttan um Bretland.