Omanlop
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Í gjár avdúkaði Sosialurin, at tað fyri viku síðani regnaði grót omanyvir tey 40 ferðafólkini umborð á Silju Star, tá hon sigldi undir Vestmannabjørgunum.
Meginparturin av grótinum datt niður innanfyri bátin, men fleiri smáir steinar raktu eisini bátin, greiddi Jákup Andrias Lamhauge, sum førdi Silju Star henda túrin. Tíbetur fekk einki av ferðafólkunum nakað mein, men vildi illa til, kundi óbótaligur skaði staðist av hendingini.
Hetta fær tó ikki teir hjá Sea Service, sum eigur og rekur Silju Star, sum í rættiliga nógv ár hevur ført ferðafólk út undir Vestmannabjørgini, at halda seg longri burtur frá landi. »Hvat er túrurin tá verdur« spurdi Jákup Andrias Lamhauge í gjár, og staðfesti eisini, at tað er altíð ein ávísur vandi, tá mann fer tílíkar túrar.
Kunnu bara mæla til varsemi
§ 17. í løgtingslóg nummar 165 frá 21. Desember 2001 um trygd á sjónum sigur, at »Skipaeftirlitið góðkennir brúk av skipum, undir hesum siglingarøki og ferðamannatal v.m., og veitir neyðug loyvisbrøv og onnur próvskjøl í hesum sambandi.«
Men sambært stjóranum á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmi Gregoriussen, er tað einasta teir fáa regulerað í samband við siglingarøki, hvussu stór frástøðan hjá ferðamannaskipunum skal vera frá landi.
- Men tá kunnu vit samstundis oyðileggja alt fyri vinnuna, um vit krevja at teir skulu halda seg langt frá landi, og tað vilja vit ikki, sigur Vilhjámur Gregoriussen.
Hann greiðir eisini frá, at tað einasta teir kunnu gera, er at mæla til varsemi, tá siglt verður undir bjørgum og líknandi við ferðafólki.
- Tað er vónleyst hjá okkum at fara at tryggja móti omanlopi, tað er tað als ikki orka til, og teir sum sigla har dagliga, eru teir mest staðkendu, og kenna teir vandar, sum eru, vísir Vilhjálmur Gregoriussen á.
Evni til umhugsan
Stjórin á Skipaeftirlitinum vísir á, at hetta er ein nýggj støða, sum vit eru komin í, og ásannar, at tað eru nógvir spurningar, sum stinga seg upp í samband við eina slíka hending.
- Hetta gevur okkum evni til umhugsan. Tað eru kanska eisini spurningar, sum ferðavinnan sjálv skal taka støðu til, heldur Vilhjálmur Gregoriussen.
Skal Skipaeftirlitið út at meta um, hvørt støð eru egnað ella óegnað til ferðamannasigling, stendur spurningurin eftir, hvørt orka er til tað, og í verandi løtu er tað ikki.
- Men tað er nakað, sum hægru myndugleikarnir kanska skulu umhugsa, um man vil seta orku av til tað, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen.