Kunnu krevja gjald restina av árinum

Skipanin, har øll, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu, heldur fram

Skipanin, har øll ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu, fer at standa við í eina tíð afturat. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at halda fram við skipanini, har flutningsfeløg, sum føra fólk til Føroya, skulu rinda landskassanum 312 krónur fyri hvørt ferðafólk. Eftir uppskotinum skal skipanin verða í gildið restina av árinum.

Øll ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa av flogvøllinum í Vágum, ella í land av Norrønu. Tann kanningin kostar 312 krónur, sum flutningsfelagið rindar.

Sum støðan er nú, fer skipanin úr gildið 1. apríl, men Jørgen Niclasen sigur, at tað verður neyðugt at halda fram við kanningunum, og tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipanin við gjaldi skal halda fram restina av árinum.