Tekniski Skúli í Klaksvík bjóðar nú KT-læru sum part av gymnasialu tøknibreytini.
Teir næmingar, sum byrja á tøknibreytini í august 2015, hava møguleika at velja KT-leiðina, sum er ætlað teimum við serligum áhuga fyri kunningartøkni.
Eins og tøknibreytin annars, gevur hendan leiðin atgongd til flestu hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga og tøkniliga økinum, men KT-leiðin er serliga snikkað til framhaldandi læru ella hægri útbúgving innan KT-heimin, eitt nú innan KT-verkfrøði.
Næmingar, sum velja KT-leiðina, hava umframt kravdu lærugreinirnar á tøknibreytini, kunningartøkni á B stig og forritan á C stig. Har fáa teir møguleika at gera appir, animatiónir og at menna telduspøl, umframt at arbeiða við databasudesign, IT-trygd og webdesign.
Val av lærugreinum á tøknibreytini fer fram aftaná upptøku.