Kunnu nú fylgja við koppsetingini

Nú fer at bera til hjá føroyingum at fylgja við í, hvussu tað gongur við at koppseta fólk her á landi

Nú ber til at fylgja við, hvussu nógv eru koppsett fyri koronu í Føroyum. Á heimasíðuni  www.corona.fo fara tey at dagføra so hvørt fólk verða koppsett – bæði fyrru og seinnu ferð. Í løtuni hava 2.664 fólk fingið fyrra prikið. Hetta svarar til 5 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Myndugleikarnir eru enn ikki farnir undir at koppseta fólk seinnu ferð.