Bera arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini seg rætt at, kunnu tey verða nógv sterkari, næstu ferð tey skulu samráðast um løn við arbeiðsgevararnar. Arbeitt verður nevniliga fyri, at allir partar skulu samráðast saman næstu ferð, bæði handverkarar og arbeiðarafeløg.
Handverkarafeløgini og meistarafeløgini gjørdu nýggjan sáttmála í gjárkvøldið. Sáttmálin hjá handverkarunum gekk út fyrsta oktober. Teir fyrstu sáttmálarnir, sum eru teir hjá Arbeiðarafeløgunum, ganga út 1. mai, og sostatt standa handverkararnir aftaliga í røðini. Tað eru teir fyrstu sáttmálarnir sum leggja støðið fyri, hvussu nógv lønirnar hækka. Tað merkir, at tá ið handverkararnir komu til samráðingar, var í grundini ikki so nógv at samráðast um.
Tí hava handverkararnir kravt, at teirra sáttmáli skal vera galdandi til 1. mai 2016 so at handverkarar og arbeiðarafeløg kunnu fylgjast til samráðingar. Tað merkir, at handverkararnir skulu vera við til at leggja karmarnar fyri, hvussu nógv lønin skal hækka.
Les eisini: Skulu vera við frá fyrsta degi
Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, segði við in.fo fyri løtu síðani, at nýggi sáttmálin er galdandi til 1. mai 2016, so at handverkarar og arbeiðarafeløgini fylgjast til samráðingarnar næstu ferð og áseta lønarkarmin í felag,
Men tað er bara undir heilt ávísum fortreytum! Nýggi sáttmálin ímillum handverkararnar og meistararnar er nevniliga galdandi til fyrsta oktober 2016, stendur í nýggju avtaluni, sum vit hava fingið innlit í. Men hann kann fara úr gildi tann fyrsta mei undir heilt ávísum treytum.
Fyri at sáttmálin kann ganga út 1. mai, skulu arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini fyrst skipa seg í eitt formligt samstarv, so at talan verður eina og somu samráðing. Samstundis skulu feløgini taka støðu til sáttmálan í felag.
Tað skal ikki bera til hjá einum fakfelag at taka seg úr samráðingunum, áðrenn eitt úrslit fyriliggur og samráðingarnar um, hvussu hvørt felag sær brúkar avtalaða lønarkarmin, skal avtalast ímillum partarnar, leyst av lønarkarminum.
Longu fyri 1. januar 2016, skulu fakfeløgini skulu boða arbeiðsgevarunum frá um tey skipa seg í eitt slíkt samstarv. Og gera tey tað, skal samstarvið skjalfestast í formligari avtalu ímillum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar, áðrenn samráðingarnar byrja.
Verður slík formlig avtala ikki gjørd, ella tekur eitt felag seg úr samstarvinum, áðrenn samráðingarnar eru lidnar, gongur hesin nýggi sáttmálin við handverkararnar út tann 1. oktober, akkurát sum vanligt – og so standa handverkararnir aftur í aftastu røð næstu ferð, samráðast skal.
|