Í kvøld vitjar FCK í Brøndby

Todi Jónsson er sloppin av við lítla skaðan, men hann verður ikki í FCK hópinum, har ábendingar eru um, at venjarin hevur gjørt upp við seg sjálvan, hvørjar álopsspælarar hann fyrst og fremst ætlar at dúva uppá

ÚTISETI

 
Í kvøld verður høvi at fylgja føroyska útisetafelagnum FCK á Kanal 5. Felagið hjá Toda Jónsson skal spæla í Brøndby. Harvið er talan um uppgerð millum tey bæði størstu fótbóltsfeløgini í Danmark.
                      Talan er um fimta umfar í innleiðandi bólkaspælinum í Royalu liguni. Hóast tað hevur verið kavi í Danmark seinastu vikuna, so er eingin ivi um, at grannauppgerðin verður á uttandura vølli, og tað sigst, at vøllurin í Brøndby ikki er so ljótur, sum vøllurin í eitt nú Göteborg var, tá ið Brøndby vitjaði har í vikuskiftinum og tapti 3-0.
                      Umframt heiðurin og stoltleikan, sum altíð eru upp á spæl, tá ið Brøndby og FCK stríðast ímóti hvørjum øðrum, so er henda uppgerðin rættuliga týdningarmikil á tann hátt, at tað felagið, sum einki fær burtur úr í kvøld, ongan møguleika fer at hava at halda fram í kappingini. Göteborg tykist hava besta møguleikan at vinna bólkin. Tromsø, FCK og Brøndby stríðast um næstfremsta plássið, sum ber atgongd til fjórðingsfinaluna við sær.
                      Vánirnar eru ikki góðar fyri, at hini bæði donsku feløgini, sum eru við í kappingini ? Esbjerg og OB ? skulu røkka fjórðingsfinaluni. Um hvørki Brøndby ella FCK megna at vinna seg í fjórðingsfinaluna, so fer tað at verða mett sum ikki sørt skammuligt fyri danskan fótbólt.
 
Zuma og Álvaro
Seinastu dagarnar hevur ljóðað, at FCK venjarin, Hans Backe, ætlar at umskipa liðið, sum á heimavølli sunnudagin bara megnaði 2-2 ímóti Tromsø. Fleiri spælarar eru at velja í, og hjá venjaranum ræður um hesa tíðina av árinum at geva so nógvum, sum tað ber til, dystarvenjing. Sunnudagin segði venjarin seg at vera nøgdan við framrættaða partin, meðan hann ikki var so væl nøgdur við verjupartin.
                      Tað tykist greitt, at FCK venjarin ætlar, at Zuma og Álvaro Santos nú í vár rættuliga skulu fáa kreditt í teimum báðum álopsplássunum. Todi Jónsson varð í síðstu viku eitt sindur skaddur, og tí var hann ikki við í vikuskiftinum.
                      - Eg skal prógva, at tað framvegis kann roknast við mær, segði Todi fyri stuttum á heimasíðu síni.
                      Í gjár upplýsti Todi Jónsson, at hann verður ikki við í kvøld:
                      - Lítli skaðin, sum í vikuskiftinum darvaði eitt sindur, er burtur. Men vit hava gjørt av ongar kjansir at taka, og tí eru venjarin og eg samdir í, at eg ikki skal spæla í Brøndby, sigur Todi Jónsson.
                      Hjá Zuma og Álvaro Santos, sum hevur verið nógv skaddur síðstu mánaðirnar, er tað øðrvísi. Teir tykjast vera uppløgd fyrstu val, og so verður tað upp til venjaran at viga avrikini hjá teimum.
                      Jesper Bech, sum serliga undan summarsteðginum í fjør var ógvuliga sannførandi í FCK álopinum, er ikki á sama hátt í hitanum nú, sum hann var tað fyri einum lítlum ári síðani. Tað kemst eisini av, at hann higartil hevur himprast við at skriva undir nýggjan sáttmála við FCK og harvið hevur latið dyrnar standa á gloppi fyri møguleikanum at skifta felag. Tað líkar ikki FCK leiðsluni, og tað syrgja teir fyri, at spælarin skal kenna á sær.
Fimti maðurin í kappingini um tey bæði fremstu FCK plássini er Peter Møller, sum fyri stuttum varð valdur til formann í danska spælarafelagnum. Hann var skaddur, meðan FCK var í La Manga, men nú er hann komin so mikið fyri seg aftur, at hann varð skiftur inn í 2. hálvleiki, tá ið Tromsø sunnudagin vitjaði undir takinum í Parkini.
Tá ið Brøndby fyrst í desember vitjaði í Parkini, fingu liðini eitt stig í part.