Kvívíkingur vil ikki sleppa

Men higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum at taka klaksvíkingarnar, sum tykjast rættiliga væl upplagdir umborð á Nevinum Reyða

8-MANNAFØR

Tað er tætt, og harvið er tað spennandi. Á øllum 1500 metra teininum, sum 8-mannaførini kappast á, hevur tað í øllum trimum kappingunum, sum higartil eru avgreiddar, hevur so at siga hvørt einasta tak verið avgerandi.
Myndin er hvørja ferð tann sama. Nevið Reyða og Kvívíkingur fáa góðan start, og tá ið startspurturin gott og væl er lagdur afturum, er tað bara ein kapping millum hesar báðar bátarnar um, hvør skal vinna, og hvør skal vinna næstfremsta plássið.
Argjabáturin, sum undanfarnu árini hevur verið væl við og í fjør var meistari, megnar ikki at fylgja við, og tað gera Ørvur og hinir heldur ikki.
Á Trongisvágsfirði var Nevið Reyða fremstur beinanvegin. Kvívíkingur var onkra løtuna eina bátslongd aftanfyri. Men kvívíkingar vóru treiskir, og tað eydnaðist teimum at taka seg heilt fram á toftina á Nevinum Reyða.
Men tað vóru teir umborð á klaksvíksbátinum, sum høvdu sinniliga yvirskotið. Teir svaraðu aftur hvørja ferð, og hóast Kvívíkingur var minni enn hálva bátslongd aftanfyri, so vóru tað ikki stórvegis ábendingar um, at Nevið Reyða skuldi sleppa takinum á oddasessinum, og tað gjørdu teir heldur ikki.
Munurin í FM kappingini er nú vorðin seks stig, men kortini kennist FM kappingin ikki at vera avgjørd. Spurningurin er, hvussu gongdin fer at myndast, um tað leygardagin fer at eydnast Kvívíkingi at vinna á Fuglafirði.
Kvívíkingar vilja ikki sleppa Nevinum Reyða. Tað er hetta, sum ger kappingina millum 8-mannaførini so framúr spennandi!

8-mannafør
1Nevið Reyða07:37.09
2Kvívíkingur07:38.04
3Argjabáturin07:50.12
4Ørvur07:54.04
5Árnfirðingur08:06.07
6Miðvingur08:11.05
7Knørrur08:24.17