Kvæðatiltak: Fyrilestur og føroyskur dansur

Leygardagin og -kvøldið 28. september 2024 verður árliga kvæðatiltakið hjá Sláið Ring í Norðurlandahúsinum

Á skránni verður: verkstovur við dansispølum, fyrilestur við Andreu Opielka og føroyskur dansur – tilmelding krevst til verkstovurnar, meðan fyrilesturin og dansurin um kvøldið eru almenn.

 

Skráin hendan dagin er:

 

14:00-17:00 Verkstovur við dansispølum við Kristiani Jacobsen og Annu Birnu B. Restorff. Kostnaður 100 krónur (nátturði íroknaður), tilmelding á sr@sr.fo ella tlf. 292563.

 

17:15-18:15 Fyrilestur við heitinum “Danse- og sanglege på Færøerne – oprindelse, udbredelse, nutidig tradition” við Andreu Opielka. Andrea Opielka hevur granskað í føroyskum dansi og føroyskum dansispølum, og hevur skrivað ph.d.-ritgerð um føroysk dansispøl.

 

18:15-18:45 Møguleiki at keypa sær ábit frá matstaðnum SYSTRUM. Best er, um maturin verður bílagdur áðrenn fyrilesturin byrjar, tí so gongur skjótari at borðreiða  Luttakarar á verkstovunum fáa nátturðaábit sum part av tilmeldingini.

 

19:00-21:00 Føroyskur dansur. Á skrá eru:

* Fruntatáttur, Jónvør Petersen skipar, tekstur: https://tinyurl.com/jum9k82a

* Harpu ríma, Gunnar Restorff skipar, tekstur: https://tinyurl.com/5a3pt6mw

* Jallgríms kvæði, Jóhannis Joensen skipar, tekstur: https://tinyurl.com/mtkcm5we

* Dronning Dagmar ligger i Ribe sjug, Eydna í Homrum skipar, tekstur: https://www.danshavn.org/index.php/kvaedasavn?ptype=2...

 

Fyrilesturin og dansurin um kvøldið eru almenn og ókeypis. Verkstovurnar um dagin krevja tilmelding og kostaðurin er kr. 100.