Kveikjandi morgunmatur á Setrinum

Framtíðin hjá setrinum var evnið, tá Fróðskaparsetrið í gjár bjóðaði politikarum og pressu til kveikingarfund og morgunmat

Journalistikkur, lóggáva, KT og serfrøði innan oljuvinnu, havumhvørvi, samfelags- og lívfrøði. Hetta eru nakrar av hægri útbúgvingunum, sum Fróðskaparsetrið ætlar at bjóða føroyskum og útlendskum studentum komandi árini. Sjálvandi treytað av, at politiskur vilji og fíggjarlig raðfesting er til staðar.

Hetta kom fram, tá eini trýss fólk vóru savnað til morgunmatar á Fróðskaparsetrinum fyrrapartin í gjár, týsdag, í sambandi við øðrvísi kveikingarfund fyri nývaldum landspolitikarum og pressuni. Millum áhoyrararnar vóru løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk út samgongu og andstøðu.


Tema í valstríðnum

Setrið bjóðaði til kveikingarfund, eftir at stórur partur av valstríðnum snúði seg um, at vit sum tjóð miðvíst eiga at byggja upp eitt universitet á altjóða støði. Hetta bleiv ikki minst aktuelt, tá ið tað frættist, hvussu illa tað í roynd og veru stendur til í mun til fólkavøkstur og kynsbýtið her á landið.

Jóan Pauli Joensen, rektari, professari, dr.phil og fil.dr., vísti í hesum sambandi á, at við at raðfesta rætt, kann Fróðskaparsetrið mennast til at verða kjarnin í einum nýskapandi og dynamiskum umhvørvi, sum vil økja tilgongdina av høgt útbúnum fólki í landinum og verða við til at skaffa pening, førleika og altjóða verkætlanir til landið.

Á fundinum greiddu teir tríggir deildarleiðararnir frá um virksemið hjá stovninum, og ikki minst, hvussu setrið kann mennast komandi árini. Eisini varð greitt frá, hvørjar fíggjarligar avbjóðingar eitt altjóða universitet hevur fyri landskassan. Verandi játtan til setrið er áleið 24 milliónir, og skotið varð upp at í minsta lagi tvífalda játtanina komandi trý árini. Her eru øktar hølisútreiðslur ikki roknaðar uppí, tí fleiri studentar og fleiri fólk í starvi merkir tørv á meiri plássi. Tí var eisini heitt á politiska myndugleikan um at seta spakan í til eitt nýtt universitet úti í Marknagili sum skjótast. Mett verður, at hetta kemur at kosta einar 2-300 milliónir krónur.

Samanumtikið kann sigast, at stovnurin í fyrsta lagi hevur sett sær fyri at geva fleiri føroyskum studentum fleiri valmøguleikar, umframt at stovnurin eisini skal vera lokkandi fyri útlendskar studentar og granskarar.


Kappast við umheimin

Endamálið við at útbyggja útboðið av útbúgvingum í Føroyum er í stóran mun at fáa føroyingar at støðast og at festa røtur í Føroyum. Tí skal bera til at taka ein góðan part av útbúgvingunum her heima, og so at samstarva við lærustovnar aðrastaðni um restina. Hans Pauli Joensen, vararektari, lektari og megindeildarleiðari fyri Náttúruvísindadeildina, fegnaðist um, at Visión 2015 staðfestir, at øllum skal standa í boði at taka eina miðnámsútbúgving. Men hvussu so, tá miðnámsskúlin er liðugur, spurdi hann retoriskt. Og svaraði, at málið má vera, at setrið kann taka ímóti studentum á hvørjum ári, so tað verður kappingarført við onnur universitet.

- Hetta er fortreyt fyri at fáa eitt gott studentaumhvørvi og fyri at fáa ungdómin at støðast í Føroyum, segði hann.


Áhugavert land

Ætlanin er, at Náttúruvísindadeildin framyvir skal bjóða fram útbúgvingar innan KT, jarð- og havfrøði og lívfrøði. Tørvur er tí á eini játtan á tilsamans 11 milliónir krónur komandi trý árini. Tá verða verandi útbúgvingar niðurlagdar so hvørt.

Hans Pauli Joensen greiddi frá, at útbúgvingarnar medvirka til vøkstur og vælferð í samfelagnum. Til dømis KT-verkfrøði, har privata og almenna útmeldingin er, at KT-vinnan skal hava eitt bein aftrat at standa á, og at 60 KT-frøðingar vanta í næstu tvey árini, sambært KT-felagnum.

Í mun til jarð- og havfrøði er ætlanin, at geva fólki førleikar at átaka sær leiðandi størv, eitt nú í oljuvinnuni. Havumhvørvið er ómetaliga týdningarmikið fyri sjóvinnuna og oljuvinnuna, umframt at havið um Føroyar eitt “barometur” fyri veðurlagsbroytingum, og tískil áhugavert, ikki bara hjá føroyskum studentum, men eisini útlendingum.

Innan lívfrøði er Føroyar eisini serstakliga áhugaverdar. Bæði tá umræður djór og plantur, og ikki minst fólkið, har menningarmøguleikar eru innan gentøki. Biotøkni, gentøkni og aling eru vinnugreinar, ið tørva lívfrøðingar.


Samfelagsfrøði

Elin Súsanna Jacobsen, lektari, Ph.D., er megindeildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, har tey eru sera illa mannað í løtuni. Kortini hava tey góðar vónir um at seta á stovn fleiri útbúgvingar komandi árini. Sum er ber til at taka BA og MA í søgu og stjórnmálafrøði. Framyvir er millum annað ætlanin at bjóða bachelor í samfelagsfrøði, við valfakum sum føroyskt, søgu/samfelagsfrøði, kunningartøkni, samskifti, journalistikk og nám frá øðrum lærustovnum í Føroyum og uttanlands. Eisini er ætlanin at bjóða MA í lóg, sum í løtuni bert er grundútbúgving við 1/4 árs lestri.


Føroyskir journalistar

Triðja deildin á Fróðskaparsetrinum er Føroyamálsdeildin, har Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil. er megindeildarleiðari. Føroyamálsdeildin er elsta deild á setrinum og einasta universitetsdeild í heiminum, har til ber at lesa føroyskt á øllum akademiskum stigum. Studentar við loknum prógvi frá deildini kunnu undirvísa í føroyskum í miðnámsskúlum, arbeiða sum týðarar, tekstarar, forlagsritstjórar, teksthøvundar og við miðlan av øllum slagi. Framyvir er eisini ætlanin at økja framleiðsluna, so til ber at taka studentar inn til støðisnám á hvørjum ári og at tvífalda vísindastarvsliðið umframt skrivstovu-starvsliðið. Ætlanin er at seta á stovn tvær nýggjar útbúgvingar: Faroese for Foreigners, fyri útlendingar við áhuga fyri føroyskum máli. Sambært Maluni Marnersdóttir er stórur eftirspurningur eftir einum slíkum tilboði, tí fólk kring allan heimin sita og granska føroyskt mál.

Harumframt er ætlanin at stovnseta eina MA í fjølmiðlan, har tann lesandi millum annað skal hava innleiðslu í fjølmiðlan, talað mál, skrivað mál, fjølmiðlan og mentan, loftmiðlan, blaðskriving, netmiðlan, uttanlandsvisit, MA projekt og ritgerð.

Verandi játtan til Føroyamálsdeildina er 5,6 milliónir. Við fleiri starvsfólkum og øktum virksemi kemur játtanin upp á einar 12,2 milliónir árliga.


Positiv landsstýriskvinna

Eitt sum gekk aftur á øllum fundinum var, at tað er so sera torført at manna granskarastørvini í Føroyum. Tað er snøgt sagt ikki attraktivt at koma til Føroyar at undirvísa. Sum onkur tók til: Tú oyðileggur títt cv við at koma heim til Føroyar. Og uttan granskarar ongin undirvísing. Tí er eisini sera umráðandi at fáa greið boð frá politiska myndugleikanum skjótast, so fólk kunnu fáast í nýggju størvini.

Á fundinum segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Mentamálum, at nú hevur samferðsla havt fremstu raðfesting í so nógv ár, at tíðin er búgvin til, at vit veruliga raðfesta gransking og útbúgving. Ikki minst um vit ætla at bøta um trivnaðin hjá unga fólkinum, so tey ikki kenna seg noydd at flyta av landinum.