Kvinnulandsliðið: Silvur og góð úrtøka

Hóast tað ikki rakk til ein sigur í finaluni móti Litava, so hevur úrtøkan í Baltic Cup verið góð

Tað var eitt sterkt og væl samanspælt heimalið,  sum tók ímóti kvinnunum í Alytus í Baltic Cup finaluni. Litavar løgdu trýst á føroyska liðið frá byrjan, og hóast Føroyar fleiri ferðir komu í góðar støður frammi á vøllinum, so manglaði tað seinasta í fyri at koma á odda. Betri gekk hjá heimaliðnum, sum kom á odda eftir umleið eitt korter, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Leikgongdin var í stóran mun tann sama allan dystin, har litavar vóru nógv á bóltinum og trýstu føroyska liðið. Aftursvarini vóru eisini reglulig, tí okkara kvinnur stóðu væl ímóti í verjupartinum og høvdu eisini eina vælleikandi Annu aftanfyri seg í málinum.

 

Tað gekk tó striltið at skapa stórar møguleikar fram eftir, sum dysturin leið. Og tá Litava so økti um leiðsluna við brotssparki í 78. minutti, gjørdist mótbrekkan ov brøtt. Litava vann finaluna 2-0 og føroysku kvinnurnar koma heim við silvurkrónunum.

 

Samanlagt hevur úrtøkan í Baltic Cup tó verið heilt góð. Ein spennandi og søtur sigur í hálvfinaluni, nógvar venjingar, A-landsliðdebut til heili fimm spælarar og samanumtikið góð og neyðug dystarfyrireiking áðrenn HM-undankappingina í heyst.

 

##ms##