Kvinnur rýma undan harðskapi

Harðskapur var orsøkin til tær flestu av teimum 300 áheitanunum til Kvinnuhúsið í 2007. 17 kvinnur og 14 børn gistu á Kreppumiðstøðini í fjør

Í 2007 vóru tilsamans 300 áheitanir til Kvinnuhúsið. Eins og undanfarin ár var harðskapur orsøkin til flestu áheitanirnar. 17 kvinnur og 14 børn gistu á Kreppumiðstøðini. Hetta sigur Kvinnuhúsið ío tíðindaskrivi.

Kvinnuhúsfelagið hevur haft aðalfund. Í nevndini í felagnum sita Ása Olsen, forkvinna, Sigrun Samuelsen, næstforkvinna, Masa Christiansen, kassameistari, Daisy Sloan og Ella Müller.

Aðalfundurin endaði við, at limirnir samtyktu at koma við eini yvirlýsing til myndugleikarnar, sum stendur aðrastaðni á Portalinum.