Kvinnurnar hjá HB hava vunnið seg í steypafinaluna

Víkingur vann seinnu hálvfinaluna, men tað rakk ikki til ein samlaðan sigur

Mynd: Havnar Bóltfelag

Kvinnurnar hjá HB skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli, leygardagin 27. september.

 

HB spældi í dag seinnu hálvfinaluna móti Víkingi á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

 

Víkingur vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Hanna Isaksen Højgaard í 34. minutti, Rakul Sørensen stóð fyri upplegginum.

 

HB hevði tó vunnið 3-0 í fyrru hálvfinaluni í Sarpugerði í Norðragøtu, og tí gjørdist talan um ein samlaðan 3-1 hálvfinalusigur til HB.

 

Sunniva Willemoes hjá HB fekk beinleiðis reytt kort, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Sambært dystir.fo var málverjin hjá HB, Gunnvá Lützen besti leikarin í dag.

 

Seinast HB vann steypakappingina var í 2019. 

 

Klokkan 15 byrjar seinna hálvfinalan millum KÍ og Skála ÍF á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ vann 3-1 í fyrru hálvfinaluni undir Mýruhjalla á Skála.

 

 

 

Mynd: Havnar Bóltfelag