Ginur, Walt Disney, hipp hopp dansur og mótasýning var millum annað skránni á sera væleydnaða kvinnudagshaldinum í Vestmanna. Har vóru so nógvar kvinnur møttar, og nøkur fá mannfólk, at pláss var ikki fyri øllum at sita, og stór kø av kvinnum í øllum aldrum stóð heilt út í durin. Nei, hetta tiltakið stóð onki aftanfyri eitt meira umrøtt og kostanarmikið hald í Havn. Hýrurin var sera góður, og tónin varð settur við einari skemtiligari vælkomstrøðu frá fyrireikarunum, ið vóru Ingunn Winther Olsen, Augusta Ekholm og Gyðja Hjalmarsdóttir Didrikssen.
Løgtingskvinna sum modell
Tónin var sum skrivað av lættara slagnum. Vestmanna bygd vísti, hvat fyri dugnalig ungfólk, hon hevði uppælt. Einasti maðurin sum slapp upp í part, æt bara John í skránni. Kanska menn ikki hava eftirnøvn á kvinnudegnum, men líkamikið við tí, hansara klaverspæl rungaði sera væl. Millum annað meistraði hann fløkjasligu tónarnar hjá Jim Steinman sera væl, og ungu damurnar, ið dansaðu og sungu, stóðu onki aftanfyri. Eisini mátti løgtingskvinnan, Heidi Petersen, sleppa upp í part, tá ið tað nú var eitt kvinnudagshald í Vestmanna. Hóast tað var í heldur óvanligum leikluti sum hármodell, so sá tað bara væl út hjá henni. Eisini tær vælkendu Ginusøgurnar sloppu upp í part. Og láturin mundi ikki steðga aftur, tá ið Gunnvá Zachariasen frá Tjóðpalli Føroya nevndi næstan øll tey 125 nøvnini, vit hava fyri henda so tiltikna kropslut í Føroyum.
Takið peningin út
Men bestu løtuni á kvinnudagshaldinum stóð Malan Johannesen fyri. Hennara 8. mars røða rakti plett. Millum annað við omanfyrinevnda slagorðinum. Og spurningur hennara um, hví tað bara eru 12 kvinnur og heili 300 menn nevndir í bankasøguni, fekk hana at koma til ta niðurstøðu, at kundu ikki fleiri kvinnur sleppa upp í part, so átta allar kvinnur at taka sínar pengar út úr bankanum, so harfrá slagorðið, kvinnurnar inn ella pengarnar út. Eisini var tað rørarandi at hoyra Malan hugleiða um allar tær reystu kvinnurnar, hon mintist sum barn í Vestamanna. Har vóru einkjurnar, har vóru kvinnurnar, ið tóku sær av óynsktum børnum, har var kvinnan, ið var reiðari og átti bát, og so var eisini ein kvinna, ið dugdi týskt og hevði verið so langt sum í Eysturríki. Malan vísti millum annað á, at hóast hesar kvinnur ofta vórðu raskari enn menninir, so vóru tað teir, og ikki tær, ið vórðu nevndir í ymsum skrivligum tilfari. Malan vísti eisini á tey meira vanligu kvinnuevnini henda dagin; hvussu kvinnurnar vantaða í nevndum og høgum størvum, hvussu teirra list verður minni verd, enn tann hjá monnum og so víðari. Henda røðan var so góð, at ikki einans skapti hon øsing og røring í fjøldina upp á tann kreativa mátan, men hon skuldi verið ein røða, ið øll í Føroyum áttu at hoyrt. Tey, sum høvdu leitað sær til Vestmanna hetta kvøldið í øllum vindinum, fóru í øllum førum heim við tankavekjandi røðu í huganum.