Kvotur fyri javnstøðu ella hvørji eru ráðini

Nú vit aftur hava verið til próvtøku hjá ST viðvíkjandi javnstøðuni í Føroyum, nevnir ST, at ein møguleiki er, sum eitt fyribilstiltak at áseta kvotur fyri at kynini verða javnt umboðaði eitt nú í privatum og almennum nevndum.

Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum sigur, sambært kringvarpinum, at vit ikki skulu hava kvotur fyri at fremja javnstøðu. Flest øll eru samd um, at tað er óheppi við kvotum, og at hetta bert er ein neyðloysn. Men tá ið vit ikki skulu hava kvotur, so skyldar politiski myndugleikin okkum at koma við greiðum boðum um, hvat ið so skal gerast, ístaðin fyri kvotur.

Sambært talvu, ið er viðløgd løgmannsrøðuni, so vóru tað í 2008 1440 leiðarir í Føroyum. Av hesum vóru 1270 menn og gott 1% kvinnur, í tali 170 kvinnuligir leiðarar.

Ímyndið tykkum eina løtu, hvat ið hevði hent, um støðan var tann øvugta, at tað bert vóru gott 1% menn í leiðandi størvum í Føroyum. Vænti at hesin trupulleikin hevði fylt fjølmiðlarnar í bæði vikur og mánaðir. Hevði heldur ikki verið kløkk, um tiltøk innan lóggávu, kvotur, bindandi mál og sanktiónir ímóti teimum stovnum, ið ikki yvirhildu málini, høvdu verið frammi í kjakinum.

Aftrat syndarligu støðuni í Føroyum viðvíkjandi javnstøðu, so er tað ein veruleiki, at tað eru 2000 færrri kvinnur, enn menn, í Føroyum. Kundi hugsast, at vantandi javnstøðan er ein av orsøkunum. Hví skulu kvinnur við útbúgving tíma at flyta heim, tá ið tær ikki sleppa upp í part?

Tað eigur at verða meldað greitt frá politiska myndugleikanum til dømis, at økist kvinnuumboðanin ikki í nevndum - almennum sum privatum - til umleið javna umboðan innan 1. januar 2011, so verða kvotur ásettar ella bindandi mál verða sett fyri, hvussu vit røkka málinum.

Vit skulu heldur tillaga arbeiðsmarknaðaðarlóggávuna, sigur landstýrismaðurin. Tað er alneyðugt miðvíst at tillaga arbeiðsmarknaðarlóggávuna, so arbeiðs- og familjulív verður í størri samljóði við hvørt annað. Men okkum vantar at fáa at vita, hvat verður broytt, og nær verður tað gjørt.

Landsstýrismaðurin skyldar okkum at koma við einari greiðari útmelding. Hvat innihald er í javnstøðupolitikkinum, hvussu ætlar hann at útinna, í verki, orðingina í samgonguskjalinum um, at virkast skal fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars.