Kykmynd: Finnur brendi upplagdan málmøguleika

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini frá dystinum FK Ventspils-Víkingur 2-0 (2-0) har Víkingur saktans kundi fingið mál

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum FK Ventspils og Víking í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini. Letlendska liðið, FK Ventspils vann dystin 2-0.

 

Sum sæst á upptøkunum, so hevði Finnur Justinussen ein risa málmøguleika í 80. minutti, sum kundi givið Vìkingi eitt væl betri útgangsstøðið til returdystin á Svangaskarði.

 

Returdysturin verður á Svangaskarði komandi hóskvøld klokkan 19.

 

Upptøkan av hæddarpunktunum er frá YouTube rásini hjá FK Ventspils.