Líggjas Olsen konsert í Tutli

Sum part­ur av »Tórs­havn­ar Jazz­fest­i­val«, verð­ur kon­sert við Líggj­asi Ol­sen í Tutl á Káta Horni­num

Konsertin verður klokkan 16:30 og hann spælir egn­an spild­ur­nýggj­an tón­leik, sum kem­ur út á fløg­u­ni, Frost­felt síðst í oktober.

Frostfelt kallast solo­pro­jekt­ið hjá Líggj­a­si Ol­sen, sum er best kend­ur úr bólk­i­num Deja Vu, ið var virk­in ár­ini 2000-2007. Deja Vu gjørd­ust eitt nú vinn­ar­ar av GBOB (Global Battle Of The Bands) í 2006, og góvu fløg­u­na A Place To Stand On út í 2005. Líggj­as var sangari í bólk­i­num Di­a­trib­es ár­ini 1999-2001. Hann hev­ur eis­ini ver­ið við á tveim­um fløg­um hjá Guðr­ið Hansdóttir.

Frostfelt er eitt sol­o­pro­jekt, og á hesi fyrstu EP'ini frá tangent­leik­ar­a­num og sang­ar­a­num sam­starv­ar hann við Sak­ar­is Jo­en­sen, eis­ini kend­ur sum bert SAK­ARIS.

Sakaris hevur framleitt »I Have A Tv Set«, sum er heit­i­s­lag­ið, og úrs­lit­ið er eitt elek­tron­iskt ljóð, har synth­ljóð og e­lek­tron­isk beats stuðla upp­und­ir mel­an­kolsku, tó popp­utu og fang­andi mel­o­di­ir­nar. Akk­ust­iskt klav­er, eitt sind­ur av rhod­es, rødd­ir og so ein rúgva av synt­h­um og el­ek­tron­isk­um pro­gramm­er­i­ng­um sigst gera Frost­felt til eitt nokso serligt og hug­tak­andi út­spæl.