- Tað er hugaligt at fáa staðfest tað, sum ein visti frammanundan - at eg sum løgmaður ikki havi brotið stýrisskipanarlógina sambært landstýrismálanevndini.
Á sínum facebook-profili í dag sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen, at tað hevur verið rættiliga óbehagiligt at vera ákærdur fyri lógarbrot.
- Tí, sjálvt um tað er ein politiskur mótstøðumaður sum hevur kært, skalt tú greiða tínum børnum frá, tá Útvarpið alment sigur, at tú ert ákærdur fyri lógarbrot.
Á sínum profili vísir løgmaður á, at slík ákæra er rættiliga álvarsom og eigur eftir hansara tykki ongantíð at verða brúkt sum eitt politiskt vápn.
- Tað er mín vón, at niðurstøðan um, at eg einki skeivt havi gjørt løgfrøðisliga, fær líka so gott pláss í fjølmiðlunum, sum ákærarin og formaðurin í tjóðveldi fekk í miðlunum, tá hann setti ákæruna fram, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.