Tað var ein eyðmýking fyri Løgmann og Sambandsflokkin, at danska stjórnin ikki vildi hækka ríkisveitingina til Føroya.
Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.
Í farnu viku koyrdi løgmaður hann frá sum landsstýrismann í fiskivinnumálum, men síðani er Jákup Mikkelsen valdur til formann fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.
Og hann brúkti tað fyrsta høvi hann fekk til, at stroya salt í sárið hjá Sambandsflokkinum í kjalarvørrinum á miseydnaðu royndini at fáa donsku stjørnina at hækka ríkisveitingina til Føroya 150-200 milliónir.
Tað einasta, løgmaður fekk burtur úr ætlanini at hækka blokkin 150-200 milliónir krónur, var, at danska stjórnin vildi ikki góðtaka annað enn at prístalsviðgera hann 8,6 milliónir.
Eyðmýkjandi
Fólkaflokkurin hevur annars ikki vilja gjørt nakað serligt av viðmerkingum til hetta málið, men nú loysir so nývaldi formaðurin fyri tingmanningina frá posabandinum.
Og hann kallar rætt og slætt hetta samráðingarúrslitið fyri eyðmýkjandi fyri løgmann og Sambandsflokkin.
- Ongin hevur kent tað so væl á sínum egna kroppi sum Sambandsflokkurin, at hetta bleiv ein eyðmýking sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at eyðmýkingin stendur ikki bara í tí, at tað miseydnaðist at røkka tí úrsliti, sum ætlanin var at røkka.
Eyðmýkingin stendur í at fara til Danmarkar at biðja um 150-200 milliónir krónur, hóast løgmaður átti at vita, at tað fór ikki at bera til, heldur nývaldi formaðurin fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.
Eyðmýkingin stendur eisini í at koma aftur sum av tórvheiðum, leggur hann afturat.
Men serliga stendur stendur eyðmýkingin av Sambandsflokkinum í, at nettupp hann skuldi uppliva tað, at danska stjórnin segði nei til at geva føroyingum meiri pening.
- Sjálvandi er tað svárt fyri ein sambandsflokk, legði Jákup Mikkelsen.
Tolir ikki meir
Hann mælir samstundis løgmanni og Sambandsflokkinum staðiliga frá at fara til Danmarkar aftur í heyst at samráðast um at fáa hægri ríkisveiting.
Hann ivast ikki í, at úrslitið verður akkurát tað sama og hann heldur ikki, at Sambandsflokkurin hevur neyvan styrki til at uppliva eina slíka eyðmýking einaferð afturat, sum tað er at koma aftur úr Danmark við ongum.
Men hann væntar heldur ikki, at Sambandsflokkurin fer at gera eina slíka roynd afturat eftir at danska stjórnin hevur gjørt greitt, at ríkisveitingin verður ikki hækkað við meiri enn tí, ein prístalsviðger gevur.
Púra róligur
Annars hevur Fólkaflokkurin eisini fingið ábreiðslur fyri at hava góðtikið, at løgmaður fór til Danmarkar at biðja um 150-200 milliónir krónur meiri í ríkisveiting.
Jákup Mikkelsen ásannar, at tað var ein biddaragongd. Men hetta var eitt stórmál fyri Sambandsflokkin og hetta var prísurin, Fólkaflokkurin var sinnaður at rindað fyri at fáa nógv onnur mál framd.
Og sum skilst var Fólkaflokkurin púra róligur innast inni og tey lótu bara løgmann og sambandsflokkin fáa sín vilja, tí tey vistu, at danir fóru aldrin at ganga ynskjunum frá Fólkaflokkinum á møti, men at hetta fór at enda við eini eyðmýking.
- Tað er ongin ivi um, at eg taki mest synd í Sambandsflokkinum, sigur Jákup Mikkelsen.
Ongin viðmerking
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur onga viðmerking til bersøgnu útsøgnina hjá Jákupi Mikkelsen.
Tað einasta hann sigur, at hvat samráðingum í heyst viðvíkja, heldur hann seg til samgonguskjalið.
Har stendur:
Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.
Les eisini greinina: Vit ávaraðu løgmann