Eyðun Klakstein
Keypmannhavn
Danska stjórnin avsannar nú, at hon hevur havt nakran sum helst vinning av hernaðarliga virkseminum í Føroyum.
Hóast forsætisráðharrin hevði noktað fyri at taka hernaðarmál við á dagskránna fyri samráðingarfundin hesaferð, kom hann ? soleiðis sum Sosialurin kundi greiða frá í blaðnum í gjár ? við eini frágreiðing kortini.
Men Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði eftir samráðingarfundin einki gott at bera hesi frágreiðing, sum hann helt verða eitt skot við síðuna av.
Danska stjórnin heldur, at gongdin í málinum er skeiv, tí Danmark er ikki sloppið undan nøkrum kravi frá NATO um at skulu brúka 3% av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) til verjumál.
Í 1978 gjørdu NATO-limalondini eina semju um, at londini skuldu leggja seg eftir at brúka 3% av til verjumál, men fleiri lond hava ongantíð nátt hesum máli. Danmark er eitt av hesum londum, tí síðani 1976 hevur Danmark brúkt 2,6% av BTÚ til verjumál, og tað er væl niðanfyri tað, sum NATO-londini helst skulu brúka.
Landsstýrið heldur, at Danmark er sloppið bíligari í verjuútreiðslum, tí teir hava brúkt Føroyar og Grønland sum ein part av gjaldinum, men hesum afturvísir stjórnin.
Vánalig frágreiðing
Landsstýrið hevur roknað seg fram til, at Danmark hevur spart eini 30 milliardir krónur í verjuútreiðslum, tí NATO er sloppið at hava eina støð í Føroyum.
Hesa útrokning hevur landsstýrið nýtt í samráðingunum við stjórnina fyri at vísa, at Føroyar ikki bara hava tikið ímóti pengum, men at Danmark eisini hevur havt fíggjarliga fyrimun av Føroyum.
Danska stjórnin førir fram, at Føroyar hava notið vesturlendska verju uttan at gjalda fyri hesa. Allar útreiðslurnar til verjumál í Føroyum eru goldnar av danska statskassanum, og harafturat hava Føroyar fingið pengar burtur úr, at fólk við tilknýti til NATO og donsku verjuna hava verið í Føroyum.
Tí heldur stjórnin ikki, at hon skyldar Føroyum nakað orsaka av hernaðarligum viðurskiftum.
? Verjumál eru danskt málsøki, og tí eru tað eisini teir, sum skulu gjalda fyri hetta. Vit eru heldur ongantíð eftirspurdir í hernaðarmálum, og tað burturvið at siga, at vit hava spart pengar á hesum økinum, sigur Anfinn Kallsberg.
? Vit hava kanska fingið nakrar skattakrónur burtur úr teimum fólkunum, sum hava havt tilknýti til støðirnar í Føroyum, men tað ber ikki til at siga, at vit eru sloppin undan verjuútreiðslum, tí hetta málsøki er danskt.
Skulu gera verjupolitikk
Løgmaður sigur seg ikki kunna prógva, at danir hava havt fíggjarligan fyrimun av at brúka Føroyar í hernaðarligum viðurskiftum, men tað er nógv, sum bendir á tað. Danskir ráðharrar hava eisini áður nevnt, at Danmark er sloppið bíligari í verjuútreiðslum, tí tað hevur brúkt Føroyar og Grønland sum part av gjaldinum.
Løgmaður væntar, at danska stjórnin fer at koma við fleiri upplýsingum um hernaðarmálið.
Ein onnur orsøk til, at landsstýrið undan samráðingunum hósdagin kravdi at fáa hernaðarmál við á dagskránna er, at landsstýrið vil hava upplýsingar um hernaðarliga týdningin hjá Føroyum ? bæði fyrr og nú ? so landsstýrið er ført fyri at gera ein verjupolitikk.
Á fundinum hósdagin segði Poul Nyrup Rasmussen við landsstýrið, at danska stjórnin fer ikki at viðgera føroyska verjupolitikkin, fyrr enn eitt ítøkiligt uppskot um hetta er komið frá landsstýrinum.
Landsstýrið sigur seg ikki kunna gera nakað uppskot fyrr enn tað hevur fingið fleiri upplýsingar um verjumálini.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.