Fyri lítlari løtu síðani boðaði løgmaður Jóannes Eidesgaard formliga frá á tingsins røðarapalli frá, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin skipa samgongu. Tíðndafundur verður seinnapartin, har kunnað verður um samgonguskjalið
- Eg fegnist um møguelikan, at vit tríggir flokkar fáa høvi at skipa landið í fýra ár. Tað skal vera mín vón, at tað verður til frama fyri land og fólk, og at henda fráboðaða samgongan megnar at bera landið longri framá, segði løgmaður í stuttu røðuni.
Tingfundurin er nú liðugur.
Løgmaður hevði annars fyrireikað seg upp á at biða tingformannin loysa seg úr starvi. Tá hann kom á tingfund, lá alt í óvissu.
- Men hetta er politikkur. Tað er so skjótt frá, at tað gongur illa til tað gongur væl, sigur løgmaður.