Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkin heitir á sín floksformann og løgmann, Kaj Leo Johannesen, at avtaka Uttanríkisráðið.
Tað er brúk fyri hvørjari krónu, nú Landskassin hevur havt hall í fleiri ár. Týðandi vælferðartænastur eru undir stórum trýsti, meðan skattir og avgjøld eru millum heimsins dýrastu. Ætlanin hevur eisini verið at lækka talið av aðalráðum úr níggju og niður í seks.
- Ein samanrenning millum Løgmansfyrisitingina og Uttanríkisráðið bjargar neyvan samlaða landshúsarhaldinum. Men tað hevði spart Landskassanum nakrar kærkomnar krónur, uttan at tað yvirhøvur hevði verið neyðugt at niðurraðfest partin av uttanríkistænastuni, sum er neyðugur at hava, sigur Bjørn Kalsø í skrivi, sent fjølmiðlunum.
Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin vísir á, at tað hevur valdað ófriður í Uttanríkisráðnum í rúma tíð. Tveir landsstýrismenn eru rýmdir eftir stuttari tíð.
- Tann fyrri smeyg sær út gjøgnum eitt lyklarhol í kjalarvørrinum á einari íspunnari lásagølu. Hin slapp sær burtur umvegis politiskt stuntnummar, sum hansara flokkur hevði sett upp, men sum eingin uttanfyristandandi skilti. Ivaleyst rýmdu bæði Høgni og Jørgen, tí hvørgin teirra megnaði at vinna Uttanríkisráðnum sjálvsagdan pall, í teirri politisku skipanini, undir verandi ríkisrættarligu støðu. Teir komu í rasshaft av sínum egna barni og vóru noyddir at fara, heldur Bjørn Kalsø, sum er sannførdur um, at nú er rætta løtan av avtaka ráðið.
- Løgmaður eigur at bera skjótt at. Hann situr í løtuni við buktini og báðum endunum, sigur Bjørn Kalsø.