Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Tá løgmaður úttalaði seg um blokkin, var tað fyri egna rokning. Hetta var ikki tikið upp á tungu í tingmanningini, tíðans heldur á nøkrum almennum fundi. Men løgmaður sjálvur hugleiddi fyri einum skúlaklassa. Hetta fangaðu bløðini og var hetta ein fín søgn at servera.
Tá bløðini høvdu serverað, komu teir einastu ektaðu føroyingarnir í verðini, teir sum elska flaggið langt yvir okkum meinigu, halda teir. Hesir róstu nú løgmanni, teir sum í mánaðir hava roynt at skaða trúvirðið hjá Føroya Løgmanni, tí teir hava kosið seg sjálvar til tjóskaparhetjur!
Hesar báðar ivasomu hetjur, í mínum huga, sum meintu at Dannebrog gott kundi verða hivað í húnarhátt í London, tí har meintu teir, at ongin kendi føroyingar hóast føroyingar hildu lívið í onglendingum við at sigla vandasigling við fiski undir krígnum.
Men í Reykjavík, har vistu hetjurnar best, hvat skuldi gerast, jú har skuldi man brúka krossmerkið til propaganda, men til síðst kláraði løgmaður, hóast nógvar fótonglar, at greiða tykkum úr tykkara fløkju og loysti henda íspunna trupulleika meistarliga og fyrimyndarliga.
Men løgmaður, man skal kenna sínar fíggindar og halda teir eina armslongd frá sær. Men sanniliga eisini kenna sínar vinir, og rætta teimum hondina. Tú skyldar føroyingum at siga, at tá tú úttalaði teg um blokkin, vóru tað tíni egnu orð! Og ein hugleiðing fyri einum skúlaflokki. Tá hevur tú beint allar misskiljingar burtur. Tá verður helst einki rós meir frá Høgna Hoydal og Poul Michelsen! Og teir strika teg aftur av sínum hitlista.
Men ætlanin um at skerja blokkin, løgmaður, skal vera uttan Gerhard Lognberg.