Kaj Leo er giftur við Jórun, og tey eiga tríggjar synir – Heini, Jákup og Jónas.
Kaj Leo er einsamallur drongur í einum systkinaflokki upp á fimm, ið eisini telur systrarnar Liss, Marin, Jákubinu og Oddvør
Hann er útbúgvin sum skipsførari
Í árunum frá 1997 til 2000 var hann býráðslimur í Tórshavnar kommunu
Síðani 2002 hevur Kaj Leo Johannesen verið valdur sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Í 2004 gjørdist hann landsstýrismaður, og tá bleiv hann eisini formaður fyri Sambandsflokkin.
Í september 2008 tók Kaj Leo við sum Føroya løgmaður, og tað starvið hevur hann røkt síðani.
Kaj Leo var landskendur sum málmaður í HB, áðrenn hann gjørdist politikari.
Í árunum 1991 og 1992 spældi Kaj Leo fýra ferðir á føroyska fótbóltslandsliðnum
Kaj Leo hevur roynt seg sum sangari – tað gjørdi hann í fótbóltssangi saman við Jóannes Jakobsen.