Jóannes Eidesgaard sær onga orsøk til ikki at síggja sitandi samgongu at vera gott boð at halda fram eftir valið Allir hurðar plaga at verða hildnar opnar, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Men tað skal eingin ivi vera um, at henda samgongan hevur verið sera góð og hevur avrikða nógv, og at eg einki havi ímóti at síggja verandi samgongu sum gott boð uppá samgongu eftir valið.
Tað segði Jóannes Eidesgaard fyri lítlari løtu síðani, eftir at hann hevði boðað frá, at val verður útskrivað at verða hildið leygardagin 19. januar 2008.
Hóast orðadrátturin hevur verið sera ógvusligur í kvøld millum Sambandsflokkin og hinar báðar samgonguflokkarnar, so rósti løgmaður í kvøld sambandsformanninum, Kaj Leo Johannesen, fyri at hava lagt nógv arbeiði í at fáa samgonguna at rigga.