Løgmaður vil ikki hava at føroyingar fara at ferðast

Nú stríðið ímóti koronu líður ímóti endanum, eiga vit at binda um heilan fingur, sigur løgmaður

Nú eiga føroyingar ikki at fara uttanlands at ferðast uttan tá ið tað er alneyðugt. Soleiðis ljóða ráðini frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni til Føroya fólk. Hann vísir á, at viðhvørt er tað sjálvsagt neyðugt at ferðast uttanlands, eitt nú í sjúkraørindum og í arbeiðsørindum. Men føroyingar eiga ikki at fara uttanlands til stuttleika, sigur hann.

Hann minnir eisini á, at tað er heldur ikki serliga hugaligt at fara uttanlands, tí í nógvum londum er alt  mestsum lukkað fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg. Men upp aftur verri er, at nógvastaðni breiðir korona seg sum eldur í samfelagnum og tí er vandi fyri, at fólk, sum fara uttanlands, draga smittuna heim aftur við sær.

Hann minnir eisini á, at nú vit eru farin at koppseta fólk, líður stríðið ímóti korona ímóti endanum. Tí heldur hann, at vit eiga at binda um heilan fingur og at taka tað seinasta takið eisini, so at vit vónandi sleppa undan, at smittan breiðir seg aftur í Føroyum.

Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr áheitanina frá løgmanni á føroyingar