Ólavsøkurøða
- Løgmansrøðan var soleiðis, sum man kundi vænta sær hana frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Hann gjørdi fitt burtur úr menniskjansliga tilfeinginum, sum er í fólkinum, og hann brúkti eisini fitt av orðum til at líta aftureftir til teirra, sum bygdu hetta land. Einki ringt skal sigast um hetta. Tvørturímóti, tí vit eiga sjálvsagt at virða tey, sum undan okkum fóru. Hinvegin haldi eg, at løgmaður í nógv størri mun átti at hugt frameftir, enn hann gjørdi í síni røðu.
John Johannesen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, heldur, at løgmaður kundi gjørt meira burtur úr summum málum enn øðrum.
- Umrøðan av løgmansrøðuni verður mánadagin, og tá fara vit at koma við okkara røðum og viðmerkingum til tað, sum løgmaður førdi fram. Sjálvur fari eg at skriva mína røðu í vikuskiftinum, sigur politski formaðurin, sum annars heldur, at Kaj Leo Johannesen helt eina nokso ”klassiska” røðu á ólavsøku, sum hann tekur til.
John Johannesen vísir á, at løgmaður ikki er úr hansara flokki, og hann heldur, at røðan eisini var merkt av tí flokki, hann kemur úr.
- Eg saknaði tað, sum liggur fyri framman, men hetta fara vit at vísa á, nú løgmansrøðan kemur til viðgerðar, endurtekur politiski formaðurin hjá Javnaðarflokkinum.