Jenis av Rana er væl nøgdur við løgmansrøðuna, hóast hann viðgongur, at tað ikki var lagt so nógv í hana.Møguliga er tað av tí at so stutt er fráliðið síðani valið.
? Serliga væl dámdi mær at løgmaður nevndi at vit skulu taka ábyrgd fyri egna landi, og at hann legði dent á at fólkaatkvøða skuldi vera.
Fara einki at gera
í bráðskundi
? Áhugert var eisini,at tað søguliga millum Danmark og Føroyar skal kannast.Tað merkir, at Landsstýrið ikki í bráðskundi fer at smoyggja nakað yvir okkum, sigur Jenis av Rana.
Tingmaðurin kennir seg kortini ótryggan í tí sum løgmaður segði um at kanna marknaðarviðurskiftini. Ætlar Landsstýrið sær inn í ES, spyr Jenis av Rana.
Nýtt arbeiðslag?
? Tað, sum eg hefti meg við, og sum gjørdi løgmansrøðuna áhugaverda var m.a. at løgmaður nevndi at 80 mál skulu leggjast niðan í tingið áðrenn jól. Tað kundi týtt uppá, at Landsstýrið hevur sett sær nýtt mál.
? Um so er, at hetta heldur, so skuldi tað givið eitt heilt annað arbeiðslag. Klára teir tað, so er tað áhugvert, og boðar frá nýggjum tíðum, sigur Jenis av Rana.
Tingmaðurin finnist at løgmanni, tí hann í síni røðu setti tey arbeiðsleysu fullkomiliga til síðis.
? Tað er skeivt at brúka tølini hjá ALS, tá vit vita, at tey, sum eru arbeiðsleys glíða úr ALS. Vit vita at tey fara beinleiðis undir Almannastovuna. Talið hjá ALS er ikki rætta talið fyri arbeiðsloysið í Føroyum, sigur Jenis av Rana, sum eisini heldur, at løgmaður átti at tosa meir um eldrarøktina.
? Jú, løgmansrøðan var varislig, og hon stoytti ongan, sigur tingmaðurin.
Tjóðveldið bakkar
fyri Fólkaflokkinum
Tó er hann eitt sindur bilsin, av tí at Tjóðveldisflokkurin tykist at bakka fyri Fólkaflokkinum, t.d. í málinum um økta umsetiligheit í fiskivinnuni.
? Tað undrar meg, at hóast Tjóðveldisflokkurin hevur so nógv fólk, so er hann veikur, og tað vísir seg at teir halda fram at boyggja seg fyri Fólkaflokkinum, sigur Jenis av Rana.
? Vit í Miðflokkinum halda, at tað er skeivt, at tað tilfeingið, sum vit øll eiga, skal fara til nakara fáar, ið eiga pening.
? Øll eiga fiskin, men nú skal hann knappliga verða søluvøra hjá nøkrum fáum. Tað er skeivt.
Eisini finnist tingmaðurin at, tá løgmaður tosar um netto-uttanlandsskuldina, sum var hon burtur.
? Hetta merkir bert, at bankar o.a. eiga pening uttanlands, og tað er ikki áhugavert fyri tann einstaka føroyingin.
? Tað, sum veruliga hevur nakað at týða fyri vanliga føroyingin, er, hvat landskassin skyldar, tí tað ávirkar einstaka borgaran, sigur Jenis av Rana.