Í farnu viku kom ein óhugnaligur tilburður undan kavi, har ein eldri kvinna, ið var á veg upp í ein buss við Niðarugøtu, fekk annað beinið inn um bakdyrnar, tá tær brádliga klamsaðu aftur og bussurin fór at koyra. Tíbetur fingu fólk á staðnum gjørt føraran varðugan við kvinnuna, ið varð drigin eftir bussininum eftir øðrum beininum, og tískil forða at ein vanlukka hendi.
Tilburðurin er síðan meldaður til løgregluna, og vakthavandi á politistøðini í Havn váttar, at málið verður kannað.
Hann greiðir frá, at tey hava fingið eina fráboðan um hendingina, og at teir nú fara undir at tosa við allar íblandaðar partar av málinum, og at allar umstøðurnar kring hendingina verða kannaðar.
Tað, ið kanningin í høvuðsheitum gongur út uppá, er at fáa staðfest, hvørt talan var um ósketni av føraranum, ið koyrdi bussin, ella um talan var um eitt hendiligt óhapp.