Tað hevur verið eitt øgiligt fólk í býnum í nátt. Norðoyastevna er í Klaksvík, bátastevna er á Toftum, tey, sum fáa mánaðarløn, hava akkurát fingið løn. Og so vóru tað heldur ikki so fá, sum vóru í býnum og feiraðu, at Liverpool vann ársins fótbóltsdyst, finaluna í Champions League, í gjárkvøldið.
Og løgreglan sigur, at tey hava havt nakað at gera av fullum fólki, og fleiri ferðir máttu tey leggja upp í.
Í Klaksvík fóru tveir mans til hendurs, men tað eydnaðist løgregluni at skilja sundur, og at sissa báðar menninar so frægt, at teir teir fóru hvør til sítt.
Í Havn var boðað frá, at tvey fólk vóru komin til ilnar í einum privathúsum, tað er tað, løgreglan kallar húsaófriður. Har mátti løgreglan eisini upp í, og tað varð loyst við at annar parturin fór á dyr.
Slík kvøld, tá ið nógv fólk er í býnum, ger løgreglan ofta nógv burtur úr at vera á gonguvarðferð í býnum og í einum føri kom tað væl við, tá ið fleiri fólk komu til ilnar so at vandi var fyri, at tað vant upp á seg og endaði við bardagar. Men tey fólkini fekk løgreglan so sissað, so at tað ikki spurdist meiri burtur úr.
Tíðliga í morgun, fóru menn esini til hendurs í Fuglafirði, har ein maður fór á sjúkrahús til kanningar. Løgreglan skal tosa við hann seinni í dag, og tá verður støða tikin til, um nakar verður skuldsettur fyri harðskap í hesum sambandi.
Mitt í nátt varð eisini boðað frá, at tað var so harður tónleikur úr einum skeinkistaði í Havn, at fólk fingu ikki sovið. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at bæði vindeygu og hurðar vóru opin, so tey fingu boð um at lata aftur, og at skrúva eitt sindur fyri, og tað hjálpti.