Løgtingið skal halda seg vekk frá Varðanum á Tvøroyri

Løgtingið eigur at halda seg burtur frá einum máli, sum hesum.

Løgtingið er farið at viðgera uppskotið um at víkja frá øllum tíðarfreistum fyri at skunda undir útbyggingina hjá Varðanum á Tvøroyri.

Eivin Jacobsen, sum er framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, heldur ikki, at Løgtingið eigur at ikki at blanda seg upp í ætlanina at byggja Varðan Pelagic út.

- Hetta er eitt mál, kommunali myndugleikin á Tvøroyri eigur og hevur ”rótað” seg upp í og sum kommunali myndugleikin skal koma burtur úr aftur.

Eivin Jacobsen heldur, at hetta er eitt øgiliga prinsipielt mál, tí tað nertir við rættartrygdina hjá borgarunum og vit eiga at leggja stóran dent á at halda okkum til rætta fyrisiting.

Tí er hann ógvuliga ivingarsamir, hvørja støðu, hann fer at hava til málið, men hann ivaðist ikk í, at tað hevði borið til at funnið eina loysn

Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum vil ikki vera við til at leggja fótonglar í vegin fyri framburði í Suðuroy og hann heldur, at tingið skyldar Suðuroyingum at taka hetta í størsta álvara.

Eisini Páll á Reynatúgvu heldur, at hetta er ein torfør støða og hann spurdi, hví landsstýrismaðurin var lopin upp um, har garðurin var lægstur og hví hann ikki ístaðin hevði brúkt diplomati og hevði fingið allar partar at setast saman at finna eina loysn.

Hann segði, at hetta má ikki enda við, at Løgtingið verður brúkt sum stempul fyri kommunur, sum ikki halda seg til rættar, fyrisitingarligar mannagongdir.

Men nú er neyðugt at taka atlit til vinnuliga virksemið og rættartrygdina hjá borgarum.