Eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum í at brúka samvirknu talvurnar í undirvísingini er byrjað. Tað er Nám, sum skipar fyri skeiðunum, ið eftir tveimum árum skulu verða eitt tilboð til allar fólkaskúlalærarar í landinum.
Fyrsta KT-skeið var á Tvøroyri í døgunum 15. til 16. august. 30 lærarar vóru á skeiði, har Heini Nygaard og Sólva Jónsdóttir undirvístu, veit snar.fo at siga frá.
- Skúlin er nýliga útgjørdur við samvirknum talvum og fleri koma seinni í skúlaárinum. Tey vóru øll serstakliga arbeiðssom og deildu undirvísingartilfarið millum sín á FirstClass, sigur Heini Nygaard og vísir til nýggju KT-útgerðina, sum Tvøroyra skúli hevur fingið seinasta árið.
- Umframt samvirknar talvur er nýggj teldustova á skúlanum við ambætarasambandi til allar skúlastovurnar, sigur Heini við Nám..
Eftir skeiðið søgdu lærarar á Tvøroyrar skúla at hetta var sera áhugavert og væl sett saman millum teori og praksis.
- Skeiðið gav blóð á tonna at fara í gongd við nýggjari tøkni í undirvísingini, segði eini lærarin í eftirmeting.
(Mynd: Lærarar í Suðuroy á skeiði. Mynd: snar.fo))