Lýsa av nýggjum eftir kommunustjóra

Setanarnevndin er samd um enn eina ferð at lýsa starvið leyst, tí tveir av tilsamans fimm umsøkjarum hava tikið umsóknir sínar aftur Starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu verður nú lýst leyst av nýggjum.

Upprunaliga lýsti Tórshavnar kommuna eftir nýggjum kommunustjóra hálvan mai, og tá freistin var úti ein mánað seinni, vóru fimm umsóknir komnar inn. Síðani hava tveir av umsøkjarunum tikið umsóknir sínar aftur, so bert tríggir eru eftir, og tað heldur setanarnevndin vera ov tepurt grundarlag, so tí verður nú søkt av nýggjum.

Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá býráðnum, fíggjarnevndini og borgarstjóranum, umframt sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi. Kommunustjórin hevur evstu ábyrgd av samskifti millum politiska og fyrisitingarliga myndugleikan.

Somuleiðis er kommunustjórin skrivari hjá býráðnum og limur í starvsbólkinum hjá Kommunusamskipan Føroya, har allar ætlaðar broytingar á kommunala økinum verða viðgjørdar.

Starvið sum kommunustjóri er flokkað sum tænastumannastarv í 39. flokki, so mánaðarlønin er 55.383,63 krónur, íroknað ískoyti, umframt eftirløn sum tænastumaður.

Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 24. august 2009 klokkan 12.