Lýsing av bólkunum

   

The Story Ends
The Story Ends hava spælt saman í eitt gott ár, men hava tó ikki spælt til nógv almenn tiltøk. Bólkurin var við í kendu Pop Top konsertini í Grasagarði. Eisini hava teir spælt í Margarinfabrikkini og í Eydnuni á Oyrabakka. Á pallinum eru teir púra "CRAZY" og tað dámar einum áskoðara væl. Teir eru stuttligir. Tá The Story Ends standa á pallinum, er onki annað at gera enn at hoppa og skíta á hvat annað hendir. Bólkurin spælur eitt sindur av hvørjum, har er bæði rockur, punk, Dixy, norskur dansi tónleikur og so sjálvandi eisini disco.
Í bólkinum eru:

Filip Mortensen - Sang og guitar
Heini Mohr Arnason - Bass
Andreas Dalsgaard - Trummur
Hanus M. Andreasen - Guitar


Paradox
Paradox er ein bólkur, sum hevur verði at hoyrt um leingi. Teir eru nokk tað yngtsa kenda rokk orkestri í landinum. Teir hava verði við á Pop Top konsertini fleri ferðir og í ár vunnu teir hana og skullu so spæla á Ólavsøku konsertini 2004. Margarinfabrikkin liggur eisini á teirra lista. Bólkurin hevur fyri tað mesta spælt "cover-løg", men fara nú at smíða egin løg.
Í bólkinum eru:

Heini Gilstón Corfitz Mortensen - Sang og guitar
Bárður Reinert Poulsen - Bass
Búgvi Magnussen - Trummur


48 Pages
48 Pages er ein kendur bólkur, sum hevur verði rættiliga nógv frammi í ár. Teir byrjaðu fyri einum góðum hálvum árið síðani og enn fúsa teir avstað. Nakað av manningi er frá gamla baby-fuck orkestrinum Monkey Mongolia, men nógv er hent síðan tað tíðina. Bólkurin er super fullur av "ENERGI" og er sanniliga klárur til Rox 2004. 48 Pages spæla harðan rokk blanda við latínskum punki og mega saft . Tað, ið bólkurin elskar mest, er at hoppa og tvætla á pallinum, og tað verður eisini gjørt ordiligt. Teir hava spælt til fleiri tiltøk kring landið t.d. í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Losjuni í Gøtu, Badmintonhøllini og í Margarinfabrikkini. Mitt í juli mánaði er bólkurin saman við Speaker á turné, har koyrt verður ígjøgnum alt Ísland. Eisini er bólkurin við á nýggju undirgrunds fløguni hjá Spren Rex, "Ampaljóð".
Í bólkinum eru:

Frans Jónas Arge Galán (The White Mexican) - Sang og guitar
Bjartur Dal-Christiansen - Guitar
Bartal Læarsson Marley - Bass
Eyðun Múller Thomsen - Trummur-t

Speaker
Bólkurin bleiv stovnaður fyri skjótt tveimum árum síðani, á sumri 2002. Bólkurin spældi sína fyrstu konsert í september sama árið, og varð síðani við á Prix Føroyar '03, tó uttan nakra serliga succes. Síðan tað hevur bólkurin havt stór framstig, og eru teir í løtuni í ferð við at tilrættaleggja ein túr til Íslands í summar saman við 48 Pages. Speaker er eisini við á fyrstu útgávuni hjá SprenRex, "Ampaljóð". Bólkurin spælir ekskrementerandi rokk-tónleik við eitt sindur av funk, blues og alternativum poppi blandaðum uppí. Við í bólkinum eru:

Janus Rasmussen, sum ýlur og slær á seks streingir
Bogi Berg, ið berjist við Janus um teir seks streingirnar (onkuntíð sjey)
Jan Jensen, sum mishandlar bassguitarir
William Souvy Olsen á aputrummum


Lama Sea
Lama Sea varð sett á stovn av nøkrum 12 ára gomlum dreingjum, ið dámdu væl at skapa og spæla tónleik, bæði akkustiskan og elektroniskan. Men trupult var at finna venjingarhøli og tað rætta fólki at manna bólkin, so mong ár gingu uttan ta stóru framgongdina. Men eftir langa tíð og nógvum útskiftingum hevur bólkurin funnið sær eitt pláss í Margarinfabrikkini og eina fasta manning. Nú eru teir eitt "uptown" rokk-orkestur, ið spælir hyperaktivan, stundum eksotiskan rokk-tónleik við eini rúgvu av distortion og overdrive. Umframt larmandi rokk-tónleikin ger Lama Sea eisini elektroniskan tónleik við nýtslu av teldu, samplarum og synthesizarum. Lama Sea eigur tvey løg á fløguni "Ampaljóð", ið er útgivin av Spren Rex og eru bæði hesi løgini av tí skitna rokk slagnum. Lama Sea er rættiliga nýtt á føroyska pallinum, men væntar tó at framføra nógv meira komandi tíðina. 19. juni vera teir at síggja í Badmintonhøllini í Havn og fara teir at spæla bæði cover-løg og egið tilfar.
Í bólkinum eru:

Janus Rasmussen - Guitar og sang
Jón Klæmint Hofgaard - Guitar
Sakaris E. Joensen - Bass og sang
William Souvy Olsen - Trummur


Onkikanndiskuterast.altkann
Einasti bólkurin frá Prix Føroyar '03, sum ongan veg kom, men sum øll minnast, byrjaði sum ein stuðlabólkur hjá John, sum ikki visti um hann var til sunnudagsskúla ella heavy.
Fyri at fylla tómrúmið eftir trummuJohn, vanliga nevndur lítliJohn, skuldu tveir nýggjir Johnar til ávikavíst rópJohn og bassJohn.
Boðskapur Johns er: onki líkist ongum. Og onki kann etast, hvat við at eta hattar.
Annars boðar John í tíðindaskrivi frá, at tónleikurin, ið spældur verður er: onki, skrál, skríggj, og banan John.
Í seinastuni hava leysatíðindi gingið um at Andreas Pauli spælir bass, men hesi tíðindini hava onki uppá seg.
Bólkurin hevur tað fyri at troppa upp við ongari manning, men teir gleða seg tó til at verða fullmannaðir á konsertini 19. juni.
Onki inspirerar bólkin, hóast tað hava sangirnir onki við hvønn annan at gera.
"Tað líkist ongum, at onki er."
Í bólkinum eru:

Karl Anton Klein - Galróp og guitar
John Holgarsson - Róp og guitar
Dagbjartur Mejer - Róp
Andreas Pauli Poulsen - Bassróp
William Souvy Olsen - Trummuróp


Headache Blues Treo
Seinasta hálva árið hevur orkestrið Headache Blues Treo spælt sín egna orkulødda bluestónleik runt í landinum. Mr. Puffman er heitið á nýggju fløgu útgávu teirra, sum inniheldur 9 væl spæld løg, blues løg. Bólkurin spælir sum sagt blues tónleik, men tað er ikki bert blues. Tað er blues fyri allar pengarnir og meir enn tað. Hesir trýggjir hava skapt sín egna tónleikastíl, við røtrunum í amerikanskum bluestónleiki. Tað var fyrst í 2003 at bólkurin gjørdi vart við seg, men á Prix FO 2003 blivu teir veruliga settir sum favorittar hjá mongum. Tað eru bert tríggjir mans, ið eru við í hesum bólki, og tað eru ikki bara nakrir jassar, hettar eru nakrir ordiligir "F#@!ing dude'ar" í top klassa... altso við instrumentunum.
Í bólkinum eru:

Uni R. Debess - Sang og guitar
Edvard N. Debess - Bass
Rógvi á Rógvu - Trummur

Zink
Zink er ein ass bólkur, sum vit øll elska... ella? Manningin í Zink funnu hvønn annan í Horninum í SMS, millum steinarnar í Sandagerði og á WC'inum heima hjá Ði. Teir forelskaðust allir og tónleikurin, teir spæla í dag er totally love songs= Punk ass samba, og fyri stutt síðani góvu teir romantisku fløguna "Totally Love Songs" út. Zink eru eisini við á nýggju undirgrunds fløguni "Ampaljóð". Zink forkláraðu; "Vit eru ikki bara cool, vit eru saman hvar enn vit fara. Onkuntíð næsta ár fara vit hond í hond niður til Danmarkar at elskast á einum tónleika háskúla".
Í bólkinum eru:

Ði - Sang og plastic strú guitar
Hans Edvard Krelt - Sang og... guitar?
Eirikur Gilstoned Lordfist - Bass og salvubobblir
Heini Murtensen - trummur og Bong-o

Fluffy Toys
Bólkurin byrjaði virksemi sítt í oktober 1999 í Gøtu, og var tengdur at tónleikaumhvørvinum í Losjuni, men tað var ógvuliga skjótt at tað gekk upp fyri monnunum, at Gøta og Eysturoyggin sum heild var ov lítil, og um bólkurin skuldi hava nakran livandi kjans at gera seg galdandi millum teir stóru, sum teir nú metast ímillum, so mátti alt virksemið flytast til stórbýin... til Havnar. Og har kom gjøgnumbrotið. Fluffy Toys hevur upp ígjøgnum árini spælt kring allan Føroya knøtt, og hevur eftirhondini etablera seg og sligið navn sítt fast sum Føroya einasti og besti rokk-bólkur. Manningin hevur verið ótrúliga skiftandi hesi árini. tríggir trummuspælarir, tríggir guitaristar og heili fimm bassistar hava verið uppi í leikinum; sangarin, og ímyndin av bólkinum, er tó hin sami - nemliga tann livandi rokk-legendan Einar Jacobsen. Sum tá Fluffy Toys eru allarbest borðreiða teir við einum superblandi av Uriah Heep og Deep Purple.
Í bólkinum eru:

Einar Jacobsen - Sang
Dagfinn Joensen - Guitar
Bjarti Hansen - Guitar
Heri Reynheim - Bass
Rani H. Christiansen - Trummur


SIC
Harðasti bólkurin í Føroyum í løtuni er Heavy Metal bólkurin SIC. SIC hevur eksisterað í 1 ár og hevur spælt nakrar konsertir runt í Føroyum, tó uttan at hava oyðilagt nøkur oyru, og tað má sigast av, at tað ikki bara er svakur tónleikur teir framføra, men eisini eitt feitt upplivilsi og so nakað gott. SIC byrjaðu at venja í Losjuni í Gøtu, síðani fluttu teir til Mentunarhúsið í Fuglafirði og nú deila teir høli saman við Makrel í ART umhvørvinum í Havn
Í bólkinum eru:

Mikkjal G. Hansen - Sang og guitar
Eddie F. Jacobsen - Guitar
Meinhard Joensen - Bass
Kári S.Nielsen - Trummur

Side Effect
Bólkurin bleiv stovnaður undan Prix Føroyar '01 kappingini. Tó hevði Brynjolf (á Heygum) gjørt tónleik eina tíð áðrenn tað. Side Effect var við í Prix Føroyar '03, og hevði tá fleiri gesta-limir við sær. Bólkurin hevði tó ikki ta stóru succesina við hesum, og valdi heldur at fara aftur til ta gomlu manningina og eisini tann gamla stílin av tónleiki. Tónleikurin hjá bólkinum kann kallast industriellur techno-tónleikur ella elektroniskur rokkur. Manningin í bólkinum er:

Brynjolf á Heygum - Kompositión, samplarir, synthesizarir
Rúni Christiansen - Guitar
Ludvík Breckmann - Róp & rapp