Í løtuni royna tvey føroysk skip eftir kongafiski í altjóða sjógvi norðanfyri. Skipini eru Vesturvón og Enniberg.
Fiskiskapurin hevur ligið millum 10 og 20 tons um samdøgið.
Á heimasíðuni hjá Fsikiveiðieftirlitinum vita tey at siga, at hesin fiskiskapur er reguleraður av NEAFC, og er her eru ein felagskvota á 7.000 tons.
- Fiskiskapurin er skipaður eftir tí sokallaða "olympiska systeminum", sum merkir, at tann, sum raskastur er at fiska, fær mest burturúr.
Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á síni heimasíðu.
NEAFC steðgar fiskiskapinum, tá heildarkvotan er uppfiskað.