Lítil áhugi fyri HM-ferð

Føroyska u21-landsliðið tók hondbóltsheimin á bóli, tá teir púra óvæntað vunnu undanbólk sín her í Føroyum og harvið vunnu sær luttøku í HM fyri U21 landsliðið sum verður í Algeria um ólavsøkumundið.

 

Beinanvegin hoyrdist tutl um, at onkur burdi skipað fyri eini ferð fyri hondbóltsáhugaðar føroyingar og viðhaldsfólk til Algeria í summar.

 

Tíðin gongur og HM í Algeria nærkast, men eingin túrur er skipaður enn. Onkur hevur tó roynt og spurt seg fyri ymsastaðni, millum annað hjá Hondbóltssambandinum, men har var svarið, at HSF ikki hevði orku at skipa fyri einum túri fyri viðhaldsfólk.

 

Ein teirra, sum hevur arbeitt eitt sindur við at skipa fyri onkrum, er Ásbjørn Nielsson Nattestad. Hann spurdi seg fyri hjá ymiskum, sum hann hevði hoyrt royndu at skipa fyri onkrum, men tá hann skilti, at tey ikki gjørdu meiri við tað, gjørdi hann eina roynd sjálvur.

- Tað er lítil áhugi fyri eini slíkari ferð. Heldur skuffandi, satt at siga. Tað kann tó standast av at til dømis bæði H71 og Kyndil fara uttanlands við ungdómsliðum sínum í summar, sigur hann. Ein ferð til Algeria fer at kosta nógv og tað verður allarhelst ov dýrt hjá teimum flestu at fara bæði við felagnum og til HM.

 

Ásbjørn hevur spurt seg fyri hjá Atlantsflog og ferðaskrivstovum og tað tykist, sum bíligasta loysnin hevði verið, um ein kundi leigað eitt flogfar frá flogfelagnum og fylt tað við viðhaldsfólkum. Tað sær tó ikki út til, at tað fer at lata seg gera.

- Nú havi eg so avtalað við Atlantsflog og 62 Norður, at tey seta seg saman og koma við einum tilboði til tey áhugaðu, sigur hann.