Eik hevur verið við til at fíggja Stones Invest, men bert bygningar hjá felagnum, ikki raksturin, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Børsen visti í dag at siga, at íløgufelagið Stones Invest er farið á húsagang. Nevndarformaðurin, Rolf Ussing, upplýsti i Sø- og Handelsretten, at felagið skyldar fýra milliardir krónur, harav 2,5 milliardir hava óvissa trygd.
Ein av lánsveitarunum í Stones Invest er Eik Banki. Men Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, sigur, at bankin neyvan fer at missa pening í sambandi við húsagangin.
Vit vænta ikki at missa pening, tí vit hava trygd í fyrsta veðrætti og øðrum veðrætti í bygningum, sum liggja væl fyri, og tí eru lættir at selja, sigru Marner Jacobsen.
Hann vísir á, at fyrsti veðrættur vanliga dekkar eitt lán, og lánið, Eik Banki hevur veitt Stones Invest, er í bygningar hjá felagnum.
Lánið er ikki til Stones Invest sum so, men í bygningar hjá felagnum. Vit hava tí ikki veitt lán til raksturin hjá felagnum.
Marner Jacobsen sigur, at verður talan um eitt tap, verður tað talan um eina eittsifraða millióna upphædd.
Eik Banki hevði umboð til staðar í Sø- og Handelsretten í dag.