Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur enn ikki tapt eitt sett í oyggjaleikakappingini hesaferð.
Hesaferð var tað Gibraltar, sum stóð fyri skotum, og føroysku kvinnurnar gjørdu skjótt av, og vunnu 3-0. Settmunurin var 25-12, 25-9 og 25-9.
Klokkan 18 spæla føroysku flogbóltskvinnurnar ímóti Bermuda, sum tapti 1-3 ímóti Álandi.
Kristian Mikkelsen, venjari segði í stuttari viðtalu við Rás2, at hann tekur dystin í størsta álvara, og at føroysku kvinnurnar aftur levera vøruna í kvøld.