KÍ spælir á heimavølli móti AB, sum fyri sín part tykist hava bjargað tilveruni í Vodafone-deildini.
Tá ið KÍ síðstu sunnudag tapti í Gundadali ímóti B36 vóru tríggir spælarar leikbannaðir. John Hammer, Høgni Madsen og Stefan Kalsø eru allir tøkir aftur. Todi Jónsson hevur verið á flatlondum í vikuni, men hann verður tøkur ímóti AB.
- Hóast vit eru kroystir, so er lagið gott. Vit royna at savna okkum um uppgávuna, og hóast tað ikki hilnaðist so væl ímóti B36, so fara vit við góðum treysti at stríðast fyri søkini, nú AB kemur at vitja, verður sagt úr Klaksvík.
- Vit savna okkum um okkara dystir. Ímóti ÍF var úrslitið 4-2, og tá var hugaligt at síggja, hvussu væl spælararnir arbeiddu alla tíðina, og hvussu ÍF varð stressað, sigur John Petersen, sum er annar av venjarunum, við AB heimasíðuna.
Alex Mellemgaard er framvegis skaddur, men eftir at hann hevur fingið skurðviðgerð fyri menisk, so er tað farið at ganga rætta vegin. Annars er kappingin um plássini ógvuliga stór á Argjum.