Lívið verður gráari nú Karl er farin

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag var ein maður, sum gav tilveruni lit, sigur størsti arbeiðsgevari í Havn poul Mohr, ið hevði mangan dystin við Karl Johansen


 Eftirmæli  <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

-Tað eru teir bestu ið doyggja.<o:p></o:p>


Tað er eftirmælið, ið Karl Johansen fær frá størsta arbeiðsgevaranum í Havn, Poul Mohr, stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju.<o:p></o:p>


Karl Johansen, sum var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og Poul Mohr, sum var formaður í Havnar Arbeiðsgevarafelag í ein lítlan mansaldur, hava havt nógvar dystir.<o:p></o:p>


-Vit vóru mangan ósamdir, men vit vóru ongantíð óvinir, sigur Poul Mohr, nú Karl liggur undir børu, eftir at hann brádliga doyði seinastu nátt.<o:p></o:p>


­- Grieg segði í eini yrking, at ?det er de bedste der dør? og tað kunnu vit siga um Karl, sigur Poul Mohr, ið samráddust við Karl í eini 20 ár og tí kennir fakfelagsformannin Karl Johansen betri enn tey allarflestu.<o:p></o:p>


­- Karl var ein maður, tú kundi líta á. Hjá honum var eitt orð eitt orð, og tá ið Karl hevði lovað nakað, kundi tú vera vísur í, at lyftið varð hildið og tað er ein góður eginleiki at hava.<o:p></o:p>


Poul Mohr heldur, at Karl Johansen var ein ótrúliga góður fakfelagsformaður.<o:p></o:p>


­- Hann var ein fakfelagsformaður, ið hevði sínar egnu meiningar. Men hann var als ikki einoygdur og tað bar altíð til at tosa við hann, tí hann brúkti eisini vit og skil.<o:p></o:p>


Poul Mohr sigur, at tað hevði n´gov at siga, at tað bar til at hava álit á hvørjum øðrum og tí var hann ein ótrúliga góður maður fyri allar partar.<o:p></o:p>


Størsti sigurin hjá karl Johansen, var tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag fekk eftirlønargrunn í áttatiárunum. <o:p></o:p>


Hetta er ein grunnur, sum eisini arbeiðsgevarar betala til. Men á hátíðarhaldinum, tá ið Karl hevði verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár, segði Poul Mohr, at hetta var eitt gjald, sum teir betaltu við gleði.<o:p></o:p>


Karl var litríkur og tað ikki yvir at dylja, at lívið verður gráari, nú Karl hevur lagt árarnar inn, sigur Poul Mohr.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


<o:p></o:p> 


 <o:p></o:p>


<o:p></o:p> 


  <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>