Laborantur til mikrobiologisku kanningarstovuna
Søkt verður eftir laboranti til spennandi og avbjóðandi uppgávur á mikrobiologisku kanningarstovuni.
Ert tú hugtikin av mikrobiologi og trívist í einum dynamiskum umhvørvi í eini nýmótans kanningarstovu? Ert tú nærlagdur, dugnaligur og dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi? Ert tú klárur at vera við til at seta nýggjar kanningarhættir í gongd? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Kanningarstovan ger mikrobiologiskar kanningar fyri vinnuna, kommunur og myndugleikar.
Umframt at vera væl útgjørd við nýggjari og nútímans útgerð til kanningarnar, er dygdin á kanningarstovuni á altjóða støði og verður góðskustýrd eftir ISO/IEC 17025.
Arbeiðsuppgávur
- mikrobiologiskar kanningar av:
- matvørum
- vatni og sjógvi
- fóðri
- umhvørvi
- innkoyring av kanningarhættum
- menning og viðlíkahald av góðskuskipan
- arbeiði við telduskipanum, PCR dátuviðgerð
- annað vanligt arbeiði á kanningarstovuni.
Vit nýta/menna framkomnar kanningarhættir sum til dømis PCR.
Tínir førleikar og útbúgving
- lokið prógv sum laborantur
- góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt í skrift og talu
- góðan teldukunnleika
Vit kunnu bjóða tær
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.
Tíð og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv.
Arbeiðstiðin er geransdisdagar, umframt vikuskiftisarbeiði uppá skift.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Lønin verður í flokki 5 sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs(at)hfs.fo.
Umsóknarfreistin er 17 december 2025
Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Janus Vang, deildarleiðara, tlf. 556480 ella teldupost jav(at)hfs.fo.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.
Mikrobiologiska kanningarstovan er altjóða góðkend eftir ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Á mikrobiologiska kanningarstovuni arbeiða 9 fólk.










